Heidi Petersen, forkvinna í landsstýrismálanevndini, sigur at løgmaður er um at verða klárur við einari niðurstøðu í málinum um Tórbjørn Jacobsen
– Vit hava tosað við løgmann og sum eg skiltið so skuldi hann verið klárur við einar niðurstøðu heilt skjótt.
– Nevndin hevur avgjørt at bíðja eftir niðurstøðuni frá løgmanni.
– Síðani fer landsstýrismálanevndin at avgerða hvussu víðari skal farast fram í málinum.
Sambært forkvinnuni hevði hon skilt at málið er kannað og at løgmaður fer at almannakunngera niðurstøðu sína heilt skjótt.




