Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum: Javnaðarflokkurin tekur fult undir við Skúladeplinum í Marknagili

John William Joensen

-Tað er gleðiligt at vera partur av eini samgongu, ið veruliga ynskir at raðfesta íløgur í skúlaskap og vitan.

Og eg eri errin av, at hetta í veruleikanum er fjórða skúlabyggingin, sum Javnaðarflokkurin hevur verið við til seinastu fimm árini.

Javnaðarflokkurin stendur við sítt lyfti um skúladepilin, hóast ørkymlandi útmeldingarnar á Portalinum seinnapartin í dag, sigur John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi.

John Johannessen vísir á, at spurningurin viðvíkjandi Sandoyartunlinum hvørki so ella so eigur at tengjast saman við skúladeplinum í Marknagili. Tað hava vit sæð alt ov nógv av seinastu tíðina frá báðum síðum. Javnaðarflokkurin hevur tikið eina prinsippavgerð, har vit taka undir við Sandoyartunlinum. Og hann verður gjørdur.

Javnaðarflokkurin hevur tó sum tann einasti á tingi sett nøkur ítøkilig krøv til byggingina av skúladeplinum.

-Vit hava heitt á landsstýrið um at skipa so fyri, at hendan størsta skúlabyggingin í Føroya Søgu eisini verður ein varði á umhvørvisøkinum. Vit ynskja, at skúlin skal vera hitaður við reinari orku og annars vera so umhvørvisvinarligur sum yvirhøvur gjørligt, sigur John Johannessen.

Harleywoodpaint