Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í London undan Páskum

Oliver Joensen

Í døgunum 14 til 19 mars, var Norðlýsið, saman við Alex Sólstein og Atlantic Airways aftur á einum londontúri.

Túrurin gekk sera væl, hóast hetta var sera tíðliga á árinum, so má sigast at veðrið skikkaði sær gott, hóast vit ikki sluppu undan regni, so var turt flestu dagarnar, men kalt í veðrinum hóast sólin kagaði fram av og á.
Vit fingu nakrar myndir, ið vit leggja við her. 2.-6. juni fara vit aftur ein túr eitt langt vikuskiftið til London. . Í Juli gera vit ein longri túr, har vit vitja fyrst í London, fara so hagani við Eurostar tokinum til París har vit dvølja í tríggjar dagar.
Í september verður so aftur farið ein langan vikuskiftistúr til London.
Sí annars lýsingar í Norðlýsinum og her á heimasíðuni.