Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur Tórbjørn Jacobsen veruliga goldið pening inn í kreppurakta felagið?

John William Joensen

spyr Jacob Vestergaard í fyrispurningi, sum í løtuni verður fyrireikaður, og hann heldur tað verða meira enn sannlíkt at Tórbjørn Jacobsen vistið um virði av partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum

Jacob Vestergaard fer í vikuni at seta fram skrivligan spurning til Løgmann um málini viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen.

Tað var ófráboðaður fyrispurningur frá júst Vestergaard, sum fekk Løgmann til at seta ein kanningarbólk at kannað viðurskiftini kring Landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, tá hesin, sum reiðari í felag, sum var í fíggjarkreppa, seldi sær sjálvum virðismikil partabrøv.

Niðurstøðan av hesi kanningini var at løgmaður framvegis hevur fult álit á landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum.

Vestergaard setir fram nýggjan fyrispurning.
Løgtingslimurin, Jacob Vestergaard, sigur við Norðlýsið at kanningin hjá løgmanni umgongst at svara tíðandi spurningum og tí er hann í løtuni í ferð við at gera ein skrivligan fyrispurning.

– Spurningurin fer at ganga út uppá tey tingini sum eru kring málið um landstýrismannin Tórbjørn Jacobsen.

– Ein spurningur er um løgmaður hevur fingið skjøl, sum próvað at peningur, sum landsstýrismaðurin sigur seg hava goldið fyri brøvini – veruliga er fluttur til Kongshavnar Útgerðarfelag – sum um hetta mundi er í djúpari fíggjarkreppu.

– Eg vil eisini við hesum spurninginum hava skrivligt svar frá løgmanni um hvussu hann metir ein persón hvørs partafelag skyldar landskassanum nógvar pengar og um sami persónur kann fara beinleiðis inn í landsins stjørn áðrenn millum verandi við landskassan eru fingin út av verðini.

Vísir aftur átalum frá Tobba
Tórbjørn Jacobsen hevur sagt at taln er um eitt Fólkaflokks komplot ímóti sær?

– Hvørki eg ella Fólkaflokkurin hava nakran áhugað at føra hets móti nøkrum persónum, men tað er neyðugt at seta spurnartekin við trúvirði í skipanini, tá ein persónur sleppur at stjørna landinum samstundis, sum hann sum stjóri og eigari í einum felag –  framvegis skyldar landinum nógvan pening, og sum eisini kann hava verið við til at stilla landskassan verri.

Gegnistrupuleikar
– Ein annar spurningur sum eg vil hava løgmann at svara skrivliga er gegnisspurningurin.

– Tað er komið fram at Kongshavnar Útgerðarfelag hevur stórar ognir í Dagsbrún, sum er ein av stóru aktørunum á økinum, sum Tórbjørn Jacobsen umsitur.

– Harafturat er eisini komið fram at ein av kanningarleiðarunum hjá Løgmanni, Amondson, hevur havt ein virkan leiklut í at gera prospektið – sum sambart løgmanni var ein tíðandi partur av kanningini.

– Løgmaður hevur ført fram, at prospektið sum Kaupthing gjørdi fyri Atlantic Petroleum var almannakunngjørt nakrar dagar eftir, at Tórbjørn Jacobsen seldi sær sjálvum partabrøv hjá Kongshavnar Úgerðarfelag í Atlantic Petroleum, og tí skal tað sambart honum verða lítið sannlíkt at Tórbjørn hevur havt kennskap til mettað virði á partabrøvunum.

– Hetta er ein útsøgn, sum er sera løgin tá hugsað verður um hvørjir persónar myndaðu m.a. Atlantic Petroleum tá sølan fór fram.

– Kjartan Hoyda, sum er kendur oddafiskur í Tjóðveldisflokkinum er jú formaður í Atlantic Petroleum, og øll vita at tað eru sera tøtt persónligt bond millum Kjartan Hoydal og Tórbjørn Jacobsen.

– Eg haldi tað hava ovurhondsstóran týnding at fáa svar uppá omanfyrinevndu spurningar og aðrar sum hanga í leysum lofti.

– Tað er rættuliga prinsipielt at finna út av hvat støði løgmaður ætlar at leggja í nýggju umsitingini og mær vitandi arbeiða eisini aðrir tingmenn við spurningum um somu mál.

Jacob Vestergaard sigur at fyrispurningurin verður lagdur fyri tingið í vikuni.