icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tógvhandilin hjá Vimu Moderniseraður

(Hannefía Joensen)

Vima Leivsgarð, ið eigur og rekur handilin Hjá Vimu í Nólsoyar Pálls Gøtu í Klaksvík sigur, at eftir at hava rikið handilin í 7 ár, hildu vit at tað var upp á sítt pláss at gera nakrar broytingar í hølunum, sum vit nú eru í.

Skal eg siga tað sjálv, so haldi eg at vit hava fingið ein brúkaravinarligari handil enn vit høvdu frammanundan og eisini er handilin nú meira funktionellur hjá okkum starvsfólkum.

Tá vit spyrja Vimu, um nógv fólk binda, sigur hon, at tað er IN at binda fyri tíðina. Sera nógv ungfólk ganga inn á gólvið at keypa sær tógv og stokkar, so sigast má, at tað er ein trend í tíðini, at binda.

Vit føra nógv merkir, so sum Drops, HP, Istex og Noða, men allar mest verður bundið úr Sirri tógvi. Eisini hava vit sjálvandi vælkendu vørurnar frá Sirri.

Men, sigur Vima at enda, kom inn á gólvið og síggj, tú verður heilt víst væl móttikin!