Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álendsk konsert í Atlantis

Høgni Klakkstein

Í kvøld 4. apríl kl. 20:00 fer álendski bólkurin Skrå at halda konsert í Atlantis í Klaksvík.

Álendski bólkurin, sum higartil hevur givið tvær fløgur út, varð settur á stovn í 2003. Hann hevur seinastu árini verið sera virkin í Álandi, umframt at limirnir eisini hava verið í Svøríki, Finnlandi, Russlandi og Føroyum og hildið konsertir, sum hava fingið góð ummæli.

Manningin telur fýra ungar mans: Alexander (percussion), Andreas (violin), John (violin) og Jochum (gittar).

Atgongumerki á kr. 80,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík, og í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.