Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur fær tað villa fram

John William Joensen

Nú er Vilt so aftur á skránni, og hesaferð í Hvalba. Í stuttari samrøðu við Norðlýsið, sigur Finn Johannesen, at tað er heilt alvorliga spennandi at fyriskipa her suðri.

Tiltakið “Vilt í Suðri” varð hildið í Vági í fjør. Tað var klaksvíksingurin Finn Johannessen, sum saman við vágbinginum Dan Djurhuus, valdi at fyriskipa eitt tiltak, at savna suðuroyingar til stuttligt, ørvísið og spennandi tiltak. Sìðani hetta tiltakið í fjør, hava teir báðir stovna sp/f Vilt, ið er ein sølu- og fyriskipanarfyritøka.
 
Nú er Vilt so aftur á skránni, og hesaferð í Hvalba. Í stuttari samrøðu við Norðlýsið, sigur Finn Johannesen, at tað er heilt alvorliga spennandi at fyriskipa her suðuri. Fólk eru sera opin og við uppá at fáa ting at henda, og ein sannur kveikjarahugur eyðkennir øki. 

– Vit eru nú í fullari gongd við at fyrireika Vilt í Hvalba, sum fer av bakkastokki 3. mai. Tiltakið er fólksligt og hugnaligt, og eru vit sera spentir uppá hetta. Umframt matsølur, kappingar, skúmbað, stóra kvøldsetu, felagssang, kolasuppu og framsýningar, so verður serligir túrar út í Lítlu Dímun, sigur Finn Johannessen. 

Tað verður soleiðis at tyrlan kemur at flúgva út í Lítlu Dímun, har serligur fólkafundur verður. Hetta er fyrstu og kanska einastu ferð, at fólkafundur verður hildin í Lítlu Dímun, so vit vænta okkum hópin av fólki. Kendur føroyingur kemur har at halda røðu. Eisini fer sluppin Jóhanna at gera fiskitúr úr Hvalba, og sigla runt Lítlu Dímun, har tey ið velja at síga niður av oynni, verða tikin umborð.
 
Finn sigur víðari, at sp/f Vilt, er sprottið úr ”Vilt í Vági” í fjør, og tá ið Vágs Kommuna spurdi okkum um at fyrireika 100-ára dagin hjá teimum. Vit játtaðu og fingu eina frálíka viku, og so valdu vit at seta Vilt á stovn, eisini við eitt sindur av íblástri av pedagogi úr Klaksvík. 

– Tað var nevnliga soleiðis, at ein pedagogur í Klaksvík heitti á meg um at fáa selt nøkur ávís merki av leikum og útgerð til barnagarðar, skúlar, stovnar og kommunur, og tá ið eg fekk umboðini so var einki annað at gera enn at fara út at selja, og tað hevur verðuliga gingið slag í slag, síðani tá, sigur Finn Johannessen. 

– Um fólk eru áhugaði í at vitja Lítlu Dímun 3. Mai, so kunnu tey leita sær inn á heimasíðuna hjá okkum, sum er www.vilt.fo og undir teignum “Vilt í Hvalba”, finna fram leinkjuna, ið ein kann melda seg til. Heimasíðan kemur eisini loypandi at hava eina dagførda skrá av tiltakinum, og verður fyrsta útkasti av skránni klárt við endan av komandi viku, sigur Finn Johannessen. 

– Til seinast skal eg heilsa og siga, at øll – norðoyingar sum onnur eru vælkomin at vitja inn á www.vilt.fo og kunna seg um tað ið Vilt umboðar og selur, sigur Finn Johannessen at enda.