Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool bankaði Arsenal

John William Joensen

Enn einaferð vísti Liverpool sína styrki í altjóða fótbólti – Heimsins besta fótbóltsstadion er Anfield og veggir og loft ristust meðan tromhindir í tíggjutúsindatalið stóðu til at bresta – tá siðursálmar rungaðu um leikvøllin.

Teir reyðu hjá Rafa Benitez framdu enn einaferð eitt Champions League bragd eftir at teir ikki minni enn tvær ferðir vóru í vanda fyri at sita eftir sum taparar.

Næsti dystur er triða semifinalan í fýra ár – har mótstøðuliðið er Chelsea og hvør torur nú at vedda móti Liverpool?

Hondina á hjartað! – Løtuna eftir at Arsenal hevði javnað til 2-2 sá svart út hjá Liverpool, men Venger, Hilmar Jan & Co. høvdu neyvan fingið armarnar niður eftir útjavnandi málið tá  dómarin dømdi eitt upplagt brotsspark til Liverpool.

Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard livdi upp til áltið og legði Liverpool fram um 3-2, og so vóru Benitez, Jan Joensen/Andreasen & Co. aftur á veg út í Evropa.

Vónirnar hjá hart kroystu Arsenal fjeppara fjøldini, sløktust endaliga tá Babel sleyt seg leysan og fór einsamallur móti málinum og skoraði til endaliga úrslitið 4-2 til Liverpool.

Norðlýsið ynskir øllum Liverpool viðhaldsfólkum í Føroyum hjartaliga tillukku við sigrinum sum var uppiborin.

0-1: Abou Diaby, 13
1-1: Sami Hyypia, 30
2-1: Fernando Torres, 69
2-2: Emmanuel Adebayor, 84
3-2: Steven Gerrard (br.), 85
4-2: Ryan Babel, 90.