Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarmálaráði bíðar framvegis eftir 3-manna bólkinum

John William Joensen

Enn er ikki endalig støða tikin til lagnina hjá Kongshavnar Útgerðarfelag – Fíggjarmálaráði bíðar eftir at 3-manna nevnd tulkar sína egnu niðurstøðu

Bíða verður framvegis eftir niðurstøðuni hjá 3-manna nevndini, sum viðgerð umsókn hjá Kongshavanar Útgerðarfelag um at fáa landskassaveðhald fyri 41 milliónir krónur flutt yvir á annað skip.

Nevndin segði annars í niðurstøðuni at hon ivaðist í um heimild er í lógini at ganga umsøknini á møti – men niðurstøðan var so torrskyld at fíggjarmálaráði heitti á nevndina at koma við einum meira útgreinaðum svarið.

Svarið frá nevndini kann fáa avleiðingar fyri politisku framtíðina hjá Fiskimálaráðharranum, tí verður umsóknin ikki gingin á møti kann felag hansara verða kravt eftir 41 milliónum krónum.

Við Norðlýsið sigur fíggjarmálaráði at tey skilja ikki hví svar ikki enn er komin frá bólkinum – men rykt verður eftir svarið í dag.