Føroya Besta Bilmekanikara
Tiltakið verður á Tekniska Skúla í Tórshavn leygardagin 10. mai – frá kl. 10 og úteftir.
Bæði sveinar og lærlingar kunnu meldað seg til. Kappast verður á trimum økjum:
At umvæla
At finna feilir
Spurningar
Kappingin verður soleiðis skipað, at allir luttakarar verða líka stillaðir
Dómarar verða lærarar á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn
Heiðursmerkir verða handað trimum teimum bestu.
Føroya Besti Bilmekanikari vinnur eina vikuskiftiferð fyri tvey á Hotel Hilton í Keypmannahavn
Onnur spennandi tiltøk verða á Tekniska Skúla henda sama dagin.
Tilmelding til kappingina kann gerast á telduposti shell@shell.fo ella við at ringja til 347412




