Iranskur filmfelagsskapur kemur nú við mótspæli til koran-filmin hjá Geert Wilders.”Hinumegin Fitna”, sum skal sýna harðskapsleiðina í bíbliuni
Iranski felagsskapurin Islam og kristindómur fer nú at taka dystin móti koran- atfinnandi filminum “Fitna”. Ikki við báli og deyðshóttanum, men fer at framleiða samsvarandi film, sum sýnir harðskapsveruleikar við kristindóminum. Hetta greiðir Ritzau frá.
“Hinumegin Fitna” fer at vísa upptøkur av kristnum prædikumonnum, sum øsa til harðskap í bíbliunnar navni, og kristin, sum fremja brotsverkligar gerðir. Filmurin fer sambært iranska tíðindastovnin Fars eisini at seta sjóneykuna á tey “boð”, sum kristin um heimin sambært Islam og Kristidóm verða givin til at fremja harðskap, leypa á, brenna kvinnur og børn og fremja fólkamorð.
Enn er dagfestingin ikki kunngjørd, nær almennakunngerðin verður av Bíbliu-filminum, skrivar Ritzau.
nj
Kelda: 180grader
www.keldu.com




