Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Al Gore mælti til at lækka skattin

John William Joensen

Framløgan var væl gjørd og framúr væl framførd. Men hon var ein subjektiv frágreiðing um yvirupphiting, har hvørki fjølmiðlafólk ella áhoyrarar sluppu at seta spuningar.

Boðskapurin kom bert til tey uml. 400, sum vóru í norðurlandahúsinum, meðan fjølmiðlar kundu fingið boðskapin út til allar føroyingar. Haldi, tað er løgin framferðarháttur av Al Gore at avvísa spurningum frá fjølmiðlum.

Kundi hugsa mær at sett spuningar til hendan so viðurkenda politikkara. Men má ásanna, at hesir spurningar enn standa ósvaraðir.

Tá vísindamaðurin Bjørn Lomborg fyri tíð síðan helt fyrilestur á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, valdu fyrireikarnir at hava oponentar og sera kritiskar spurningar. Men hann hevði jú aðrar hugsa um yvirupphiting enn Gore. Hevði verið betur og uttan meira sannførandi ella øvugt um kritiskir spurningar eisini blivu settur til Al Gore.

Amerikanski politikkarin vísti nógvar talvur, har hann vísti hita og klima broytingar nógv hundra ár aftur í tíðina. Legði til merkis at hesar talvur vóru alt annað enn líka sum talvur eg havi sæð frá vísindafólkum. Hvør hevur røttu talvur er ilt at siga, men um spurningar vóru loyvdir, kundi hetta møguliga verið betur staðfest.

Málið er tó gilt. Vit eiga at minka um CO2 útlátið, tað kann eingin verða ósamdur í. Eg saknaði hugskot um hvussu vit skulu gera. Vit føroyingar eiga frameftir at varpa ljós á tey ítøkiligu tiltøk, vit kunnu seta í verk. Føroyskir fjølmiðar hava seinastu tíðina víst á fleiri tiltøk, td. sólorku, hitapumpur, vind-, vatn og alduorku osfr.

Al Gore kom við einum hugskoti. Tað var at lækka inntøkuskattin hjá fólki og ístaðin áleggja eitt gjald fyri nýtslu av olju (CO2-útlát. Hann segði, at tað at skatta løn, var ein avolda skipan sum Bismarck var komin við.

Kanska hann ikki visti, at vit í Føroyum hava eitt høgt oljugjald, men eisini ein høgan skatt. Tó áhugavert at ein vinstra politikkari sum Al Gore, mælir til lægri skattatrýst og heldur vil hava brúkaragjøld.

Jørgen Niclasen