Jústines Olsen, djóralækni sigur, at hesin, sum strandaði á Klaksvík í nátt ella í morgun var 5,84 metrar langur.
Eg veit ikki hvat ein slíkur vigar, men eini tvey tons vigar hann í hvussu so er, so tað skuldu kreftir til at fáa vent hvalinum og síðani at beina honum út aftur. Men tað gekk bara val við góðum fólki sum hjálptu til.
Hetta var ein hannhvalur, tað fingu vit staðfest og teir kunnu blíva einar 10 metrar langir, so hetta var ein ungur hannhvalur.
Upp á fyrispurning okkara, um hann ikki var bangin fyri at vera bitin ella álopin av illa kenda bóghvíta hvalinum, segði Jústines Olsen, djóralækni, at tað var hann ikki, man metir um støðuna, og hvalurin sá ógvuliga róðligur og meðgjørligur út, so tað hugsaði eg ikki var nakar vandi.




