Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um kommunulæknavaktina

John William Joensen

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, setur munnligan fyrispurning til Hans Paula Strøm, landsstýrismann

1. Hvørjar niðurstøður um broytingar í kommunulæknavaktarskipanini kom fundurin til, sum landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning um sama evnið fráboðaði í løgtinginum tann 20. februar?

2. Eru stig tikin, út frá niðurstøðunum á áðurnevnda fundi, um at broyta kommunulæknavaktarskipanina soleiðis, at hon fer at virka betur, sum tilskilað er í samgonguskjalinum?

Viðmerkingar:
Nógv dømi eru um, at kommunulæknavaktin ikki hevur virkað nøktandi undir verandi skipan. Ótryggleiki hevur valdað úti um landið, tí tað mangan kann kennast sera óhøgligt og tvørligt at koma til lækna í bráðfeingis ørindum.

Ætlanin við skipanini, sum nú hevur virkað í eina tíð og sum er nógv miðsavnað um Landssjúkrahúsið, var m.a. framvegis at veita eina trygga, góða læknavaktartænastu um alt landið, samstundis sum læknarnir skuldu arbeiða undir meira skipaðum viðurskiftum, tí at teir mangan høvdu ótolandi arbeiðsumstøður, undir skipanini sum var frammanundan. Men broytta skipanin hevur tíverri ikki víst seg at virka nóg væl. Fleiri óheppin dømi prógva, at kommunulæknavaktin kennist fjar frá brúkaranum og av tí sama mangan skapar stóran ampa, ótryggleika og ónøgd fyri bæði sjúkling og avvarðandi.

Tað hevur tí skund at fáa skipanina broytta. Aðalmálið má verða at fáa eina kommunulæknavaktarskipan, sum er tryggari, meira brúkaravinarlig og ikki so fjar frá brúkaranum sum nú.

Landsstýrismaðurin hevur longu boðað frá, at hann ætlar at eftirmeta og endurskoða núverandi skipan, og í samgonguskjalinum er eisini tilskilað, at kommunulæknavaktin skal endurskoðast og fáast at virka betur.

Í svari til munnligan fyrispurning tann 20. februar um sama evnið, nevndi landsstýrismaðurin at partarnir, sum varða av skipanini, skuldu hittast á fundi at viðgera skipanina og gera tilmæli um, hvussu veikleikar í skipanini, serliga í ávísum økjum í landinum, skuldu fáast í rættlag. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin: