Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Feilir kostaðu dýrt

John William Joensen

Sjálvdan hevur skuffilsið verið so stórt, sum eftir 2-1 tapið sunnudagin á Skála

(Tað er sera stravið at halda við KÍ og Liverpool – men tíbetur gongur væl hjá Liverpool fyri tíðina – og eg skal viðganga at hesin greinastubbi var ein tungur burður.)

Fyrstu 45 minuttirnar vóru ongar ábendingar um at Skála kundi hótta KÍ.

KÍ sæt á dystinum og trýsti Skála og fyrsta málið kom longu tá 15 minuttir vóru leiktir. Símun Joensen fekk fótin á bóltin í trunkaspælið eftir hornaspark og so var KÍ á veg.

Men hóast KÍ fyri tað mesta hevði bóltin og yvirtakið, so bardust skálamenn sera væl. Teir gjørdu eina rúgvu av fríspørkum og tað ørkimlaði KÍ í uppspælinum.

Beint fyri hálvleik hevur KÍ verjan bóltin og støðan er púra vandaleys, tá Ovi Nysted í eini vending missir bóltin til Obi sum púra einsamallur setir kós móti KÍ málinum.
Hann er ósvikaligur og javar til 1-1 og dómarin bríkslar til hálvleiks áðrenn KÍarnir hava givið bóltin upp.

Seinri hálvleikur var sera illa spældur har Ransin – dómari – í heilum var noyddur at døma fríspark og vísti fýra skálamonnum gulu ostaflísuna.

Sum frá leið vóru KÍ-leikararnir meira og meira frustreraðir.
Í 68. minutti hevur Skála hornaspark og endin er at Obi setur høvdið á bóltin – beint framman fyri KÍ málverjanum og so er støðan 2-1.

Hóast myndirnar vísa at Obi er sterkur og megnar at halda málverjanum burtur – so er hetta eitt mál, sum málverjin má taka á sín kappa.

KÍ svaraði aftur løtu seinri við einum málið hjá Heðin á Lakjuni, men linjuverjin kolldømir málið og tann avgerðin var rættiliga ivasom.

Sum tíðin gekk gjørdust KÍ leikararnir alt meira frustreraðir og beint fyri leiklok far Rodrigo reyða kortið fyri at hótta ein Skálaleikara.

Frustratiónin kom óivað frá harðligu viðferðini útlendingurin fekk frá skálaverjuni allan dystin – men tað forsvarar ikki KÍ áleyparan – men samstundist ein staðfesting av at liðið sum vísti besta bardagahugin vann.

Útlitini ikki góð
KÍ liðið hevur víst fyrr í ár at teir kunnu spæla upp við teir stóru – men tað krevur at allir leikarar berjast fyri søkini og tað gjørdu teir ikki sunnudagin.

Næsti dystur er HB í Klaksvík – og um sami innstillingur verður vístur, sum vit sóu í seinra hálvleiki á Skála – so eru vónirnar ikki góðar.

Men klára KÍ leikararnir at standa saman og berjast sum ein maður – so er alt gjørligt.