Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dimmalætting – Vinnuvitan – Vikublaðið

John William Joensen

Dimmalætting, Vinnuvitan og Vikublaðið verða nú útgivin av partafelagnum Dimmalætting.

Í gjárkvøldið varð skrivað undir avtalu, sum gevur Dimmalætting allan partapeningin í Vinnuvitan og harvið eisini Vikublaðnum og hinum útgávunum, sum Vinnuvitan-samtakið stendur fyri. Eik Investment Banking hevur staðið fyri samanleggingini

Avtalan er gjørd fyri at styrkja tað samlaða samtakið á føroyska marknaðinum. Dimmalætting hevur síðani 1877 givið bløð og tíðarrit út, og hetta útgávuvirksemið fer at halda fram. Harumframt verður hildið fram við tí meira nútímans partinum av útgávuvirkseminum, sum samtakikð nú fevnir um. Her verður hugsað um Vinnuvitan.biz, Skipalistan, Vinnuskránna, Bil.fo og aðrar heimasíður, umframt Vikutúr. Harumframt er sjálvandi ætlanin at menna nýggj produktir.

Samtakið við hesum bløðum – einum dagblað, einum serblað og einum lýsingarblað, umframt alt annað virksemi – verður stórt á føroyska marknaðinum.

Samanleggingin ger samtakið til nógv tann størsta útgevarin av bløðum og serbløðum í Føroyum.