Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

-standa saman og lyfta í felag

Oliver Joensen

Hetta var ein boðskapur, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum hevði til Klaksvíkar og Svínoyar kommunur, nú samanlegging fór fram.

Saman at halda var ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið.

Hesar reglur úr ørindinum hjá skaldinum Hans Andriasi Djurhuus eru ofta endurgivnar um lyndið í føroyinginum. At vilja draga sína egnu línu, heldur enn at samstarva og at lyfta í felag.

Tit her norðuri í Klaksvík og í Svínoynni hava í dag mótprógvað hesum reglum. Í dag ganga tit , sum tað stendur í samanleggingar sáttmálanum “saman í eina kommunu”.

Orðingin minnir ikki sørt um hana, sum vit hoyra í kirkjuni, tá ið tvey – av kærleika til hvønn annan – velja at ganga saman í hjúnalag.

Eg vóni, at henda avgerð, sum vit í dag staðfesta, verður til eitt eydnuríkt hjúnalag, og at endamálið, at allir borgarar, uttan mun til hvar teir búgva í sameindu kommununi, skulu hava somu rættindi og somu skyldur.

At fáa Svínoynna við sum leikara í teirri – vónandi – stóru Norðuroyar Kommunu er avgjørt ein fongur. Oyggin er vøkur og fruktagóð, náttúran stórfingin og gróðrarmikil. Og søgan og mentanararvurin ein dýrgripur. Ein av elstu bygdunum í Føroya søgu yvirhøvur. Gott útróðrarpláss – bæði norðureftir og suðureftir. Góður bøur – góður sólargangur. Ógvuliga liviligt.

Tað hava búð upp í 250 fólk undan krígnum. Skúli í 1880 unum. Kirkja 1888, dansistova í 1906, baptistar sal í 1930unum. Eftir kríggið fer fólkatalið at minka. Man hevur altíð prioroterað skúlan høgt – og nógv hava nomið sær útbúgving. Svínoyingar svimjihyl í 1920unum – og lærdu at svimja.

Tíverri hevur oyggin verið fyri stórari fráflyting seinnu árini. Eg vóni, at henda avgerð at leggja saman verður ein møguleiki hjá Svínoynni at menna sín samleika – heldur enn at samleikin hvørvur. Chr. Matras sáli, skrivar í einari kendari yrking um eina aðra av teimum vøkru Norðuroyggjunum. “Sigl oyggj fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip”.

Eg vóni, at Svínoyggin fer at nýta hetta høvið at sigla fram úr mjørkanum. Vinda merkið á stong, seta seglini og endurvinna sær ta pláss og ta støðu, sum oyggin hevur havt fyrr.

Miðað hevur verið eftir at minka um talið av kommunum við sjálvbodnari kommunusamanlegging. Í dag prógva tit, at tað ber til.

Tá lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging var sett í verk í 2001 var talið av kommunum 48, í dag er talið 34, 14 færri, og í heyst tá kommunuval verður aftur, skulu vit væntandi velja færri enn 30 nýggj kommunustýri.

Tað er tó eitt fitt petti eftir til vit koma niður á talið 7, sum er ásett í Løgtingslógini. Og vit mugu ásanna, at tað helst gongur í so seint. Eg vil nýta høvið til at mæla øðrum kommunum bæði her norðuri, og í øllum Føroyum at ganga í fótasporum tykkara.

Eg vil við hesum ynskja samanleggingini millum Klaksvíkar Kommunu og Svínoyar Kommunu alla eydnu á leiðini. Og eg vóni, at allar tær ætlanir, sum eru settar út í korti, verða framdar í verki – og at Svínoyggin aftur fer at verða eitt stað, har trivnaður og fólkavøkstur er ein veruleiki.

Hetta ber bert il um øll bæði kommunali myndugleikin, landspolitiski myndugleikin og borgararnir á staðnum draga eina línu – standa saman og lyfta í felag.

Helena Dam á Neystabø
15. apríl 2008