Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er Svínoyggin við á fíggjarlógini?

Oliver Joensen

Nú bíða verður í spenningi eftir løgtingsfíggjarlógini fyri inniverandi ár, hevði tað verið fløvandi um teir hesaferð høvdu havt minnst til Svínoynna.

Fleiri eru teir løgtingsmenn sum hava lova bót og bata fyri oynna, bæði úr verandi samgongu og undanfarnu. Er hon ikki við hesaferð, má ásannanst, at oyggin ongan góðan hevur í løgtinginum. So einfalt er tað.
Hvørja ferð ið spurt verður, er standard svarið, at oyggin verður raðfest. Spurningurin er bert nær hon er raðfest. Fyrst ella síðst. Sum tað sær út til nú, so hevur hvør seyðarætt í meginøkinum fingið tvísporaðan veg áðrenn enn Svínoyggin hevur fingið eitt tíðarhóskandi ferðasamband. Hví tað skal verða so blóðskeivt og djúpt ósosialt raðfest her í landinum er ilt at skilja.
Eg havi sagt tað áður og eg sigi tað enn. Eg haldi ikki at tað er rætt at raðfesta nakra sum helst sam-ferðsluíløgu, hvørki Sandoyartunnil, Skálafjarðartunnil ella nýggjar tunnlar norð um fjall, áður enn eitt betri ferðasamband er fingið í Svínoynna. Hetta eina og aleina tí, at nú eigur Svínoyggin tørn. Prísurin fyri tað tolni og at hava bíða so leingi, er at oyggin nú er um at doyggja út. Og tað er ein alt ov høgur prísur at gjalda, ikki bert fyri oynna, men fyri alt samfelagið. Landið er so óbótaliga nógv fátakari tá ið oyggin er deyð. Og tað faktum er nógv nærri enn tey flestu geva sær far um. Tað ræður um at handla nú.
Men tað er ikki ov seint, hóast vit eru í tólvta tíma. Oyggin hevur fostra nógvar góðar synur og døtur sum vilja oynni væl og sum hava ein brennandi vilja til at fáa tingini at blóma aftur.
Tak Eyðun Jacobsen, bygdaráðsformann. Eitt arbeiðsgrev av Harrans náði og sum hevur eina klokkuklára viðsjón fyri oynna og bygdina. Hanus Olsen við nøs fyri byggifrøði, pengum og byggileiðslu. Og Bjarna Jacobsen við drúgvum vinnuligum royndum og sum kennir viðurskiftini runt oynna sum sín egna buksulumma.
Set hesar tríggjar í eina í eina byggileiðslu, undir umsjón av Landsverki sjálvandi. Gev teimun 10 mió. kr. um árið í 5 ár. So hava vit eina oyggj sum blómar aftur og enn eina skoru undir føroyska samfelagnum sum munar í gerandisdegnum.
Møguleikarnir eru nógvir. Tað er bert hugflogið ið avmarkar. Tað er tað politiska hugflogið ið skortar.
Vinarliga
Frímund Hansen