Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingur giftur føroyingi arbeiðsloyvi beinanveg

John William Joensen

Politiskt mugu vit tryggja føroyingum, sum hava fingið sær hjúnafelaga uttan fyri norðanlond, at tey kunnu flyta heimaftur.

Sum støðan er í dag er hetta ógjørligt hjá fleiri, tí tey hava ikki ráð at bíða í áravís eftir arbeiðsloyvi, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum nú hevur sett Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmanni, skrivligan fyrispurning.
Kári P. Højggard er sannførdur um, at tað eigur at bera til at geva útlendingi, giftur við føroyingi, arbeiðsloyvi, samstundis sum umsókn um arbeiðsloyvi verður latin inn.

Fyri at fáa hetta staðfest, hevur løgtingsmaðurin sett ríkismumboðsmanninum skrivligan fyrispurning í fimm punktum.

Eitt nú vil Kári P. Højgaard hava at vita, um viðgerðin av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi v.m. kann fara fram hjá myndugleika í Føroyum, annahvørt ríkisumboðsmanninum ella løgregluni.

Í viðmerkingunum vísir løgtingsmaðurin á, at eingin skrivstova ella fastur stovnur er í Føroyum, sum veitir útlendingum tænastu í sambandi við umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi v.m. Tískil kemur tað ofta fyri, at hesi í neyðini venda sær beinleiðis til politikarar við sínum trupulleikum.

Støðan hjá føroyingum sum venda heim á klettarnar at seta búgv, er alt annað enn góð, um hesir hava fingið sær hjúnarfelaga uttanfyri norðanlond. Óteljandi søgurnar um fólk, sum ganga í ótta og iva í mánaðar, ja í áravís, eru gerandiskostur.

Við viðgerðartíðini, ið nú er galdandi av umsókn um familjusamanføring, er tað nærum ógjørligt at venda heimaftur, tí eingin hevur ráð at bíða í mánaðar ella áravís uttan arbeiði. Harafturat kemur so óvissan um framtíðar lagnuna, verður umsóknin ikki gingin á møti.

Ein annar spurningur í sambandi við arbeiðsloyvi er, hvat fagfeløgini kunnu góðtaka. Kári P. Højgaard heldur, at uttan iva kundu tey tikið undir við, at útlendingur giftur føroyingi, fær arbeiðsloyvi, tá umsókn um familjusamanføring verður latin inn.

Tí vil Kári P. Højgaard hava, at politiski parturin nú verður loystur og vísir í viðmerkingunum til skriv frá Integratiónsráðharranum Bertel Haarder, har greið tilsøgn verður givin um, at danir vilja viðgera umsóknirnar úr Føroyum, soleiðis, sum føroyingar tilmæla.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru danskir myndugleikar framhaldandi sinnaðir at viðgerða mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá útlendingum á sama hátt, sum Bertel Haarder lovaði landstýrismanninum í Innlendismálum í skrivi dagfest 4. September 2004 ?

2. Hvussu nógvar umsóknir um familjusamanføring koma árliga úr Føroyum, og hvussu long er meðal viðgerðartíðin ?

3. Er nakar munur á viðgerðartíðini av umsókn um familjusamanføring, tá talan er um hjún, har annar hjúnarfelagin er føroyingur, enn um báðir hjúnarfelagarnir eru útlendingar ?

4. Vilja danskir myndugleikar positivt viðgera eina áheitan frá føroyskum myndugleikum, um at útlendingar, ið eru giftir føroyingum, fáa arbeiðsloyvi beinan vegin, meðan umsóknin um familjusamanføring verður viðgjørd ?

5. Er møguleiki fyri, at viðgerðin av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi/familjusamanføring kann fara fram hjá myndugleika í Føroyum, annahvørt Ríkisumboðnum ella løgregluni ?

Viðmerkingar
Viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum tykist órímuliga long. Til skrivligan fyrispurning frá mær um hesi viðurskifti, upplýsti landstýriskvinnan í innlendismálum fyri Løgtinginum 26. mars í ár, at viðgerðartíðin í Innlendismálaráðnum av arbeiðs/uppihaldsloyvum vanliga tók undir ein mánað.

Sambært viðlagda skriv frá Integratiónsráðharranum Bertel Haarder, verður greið tilsøgn givin um, at danir vilja viðgera umsóknirnar úr Føroyum, soleiðis sum føroyingar tilmæla. Tí er trupult at skilja, hví tað tekur so langa tíð at avgreiða hesi mál í Udlændingeservice, um viðgerðin í høvuðsheitum er, at staðfesta føroyska tilmæli.

Støðan hjá føroyingum sum venda heim á klettarnar at seta búgv, er alt annað enn góð, um hesir hava fingið sær hjúnarfelaga uttanfyri norðanlond. Óteljandi søgur um fólk sum ganga í ótta og iva í mánaðar, ja í áravís, er gerandiskostur. Ein føroyskur fólkatingslimur hevur í miðlunum greitt frá, at ein stórur partur av fólkatingsarbeiði hansara, er at tosa við myndugleikarnar og skumpa undir, fyri at fáa mál avgreidd; sama siga aðrir fólkatingslimir.

Tað hevur eisini verið mín leiklutur, at fingið greiðu á spurningum og viðurskiftum hjá útlendingum, tí eingin skrivstova ella stovnur finst her á landi, ið veitir hesa tænastuna.

Føroyar hava eitt tað lægsta arbeiðsloysi av norðurlondum, og nærum allar vinnugreinar mangla arbeiðsmegi. Tí kundi ein vænta, at donsku myndugleikarnir fóru at lurta eftir og fylgja einum ynski úr Føroyum, um at fáa eina skjótari og smidligari avgreiðslu. Støðan, sum nú er galdandi fyri útlendingar, giftir føroyingum, er ótolandi. Tey fáa at vita, at um tey søkja um familjusamanføring, er ikki neyðugt at søkja um arbeiðs- uppihaldsloyvi, tí tað fáa tey samstundis, sum umsókn teirra um familjusamanføring verður gingin á møti. Trupuleikin er sjálvsagt, at viðgerðin av umsókn um familjusamanføring tekur nógv longri tíð, enn tá talan er um viðgerð av arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Føroyar eru í einari serstøðu mótvegis ríkispartinum Danmark. Føroyskur ungdómur fer í nógv størri mun uttanlands, at nema sær hægri útbúgving, og við ÚTSÙN-skipanini verður tað ein alt størri partur av hesum ungdómi, ið leitar víðari út í heim at lesa. Tí verður tað sjálvsagt eisini ein alt størri partur av hesum ungu, ið velja sær hjúnarfelaga uttanfyri norðurlond, og øll hesi koma undir heiti útlendingar.

Føroyingar eru ein siglandi tjóð og koma sjómenn okkara kring allan knøttin. Eisini hesar fortreytir gera, at spurningurin um útlendskan hjúnarfelaga gerst meira viðkomandi fyri føroyingar enn aðrar norðurlendingar.
Seinastu kanningarnar vístu, at áleið 2000 færri kvinnur enn menn liva í Føroyum

Føroyar er eitt lítið land við áleið 48400 íbúgvum, og sjálvsagt hava vit ikki sama trupuleika við proforma hjúnarløgum sum aðrastaðni. Sum støðan er í dag, missir føroyska samfelagið nógv av sínum unga fólki við góðari útbúgving til onnur lond, tí tey ikki hava valt sær norðurlendskan hjúnarfelaga, men ein útlending. Við viðgerðartíðini, ið nú er galdandi av umsókn um familjusamanføring, er tað nærum ógjørligt at venda heimaftur, tí eingin hevur ráð at bíða í mánaðar ella áravís uttan arbeiði. Harafturat kemur so óvissan um framtíðar lagnuna, verður umsóknin ikki gingin á møti.

Á løgtingi 7. Apríl 2008
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður