Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreingjakórið konsert á Kambsdali

(Hannefía Joensen)

Dreingjakórið undir Brúnni fer at hava konsert á Kambsdali mikukvøldið kl. 18, og tað verður tann seinasta á hesum sinni.

Dreingjakórið undir Brúnni er júst afturkomið úr Aberdeen, har sungið hevur verið um vikuskiftið. Og áðrenn kórið gevst fyri summarið, verður enn eitt høvi at hoyra tað. Seinasta konsertin á hesum sinni verður á Studentaskúlanum á Kambsdali mikukvøldið 23. apríl kl.18.

Næstseinasta vikuskifti varð sungið fyri fullsettari Klingru í Norðurlandahúsinum, og kórið fekk eisini nógv rósandi orð frá teimum, sum lurtaðu í Aberdeen, annaðhvørt tað var í skúlum ella kirkjum, har kórið hevði framførslur.

Saman við Dreingjakórinum á ferðini til Aberdeen var ein bólkur av gentum. Tær fara eisini at syngja á Kambsdali. Og ikki at gloyma foreldrakórið. Foreldrini, ið fylgdu dreingjunum til Aberdeen sungu eisini, og tey vera eisini at hoyra.

Í skjótt tíggju ár hevur Dreingjakórið gjørt vart við seg til ymisk høvi, serliga um jóltíðir, tá pensiónistafeløg og onnur hava havt gleði av at fáa vitjan av umleið 20 væluppløgdum dreingjum og teirra frálíka sangi.

Kórið hevur eisini verið at sæð og hoyrt í sjónvarpi og útvarpi. Og fyri fýra árum síðani vóru dreingirnir eitt vikuskifti í Reykjavík.

Kórleiðari er Eli Smith.