Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pinkurnar byrja at venja

John William Joensen

Venjari hjá pinkunum í ár er Jorie Josephsen

Mánadagin 21. apríl kl. 15.00 byrja pinkurnar (árgangur 98-99) at venja. Venjingartíðirnar eru:
Mánadag kl. 15.00
Mikudag kl. 15.00

Venjari er Jorie Josephsen

Leikararnir kunnu eisini ogna sær serstaka KÍ-venjingarbóltin, og verður hann at fáa á skrivstovuni í KÍ høllini mánadagin 21. apríl kl. 14.00 – 17.00. Samstundis verða leikararnir skrásettir.

At gjalda:
Lima -og leikaragjald 600 kr
Venjingarbólturin 200 kr.
Tilsamans 800 kr.

Skipanin við systkinaavsláttri er framvegis galdandi. Rindað verður fult fyri 1. barnið, helvtina fyri 2. barnið og einki fyri 3. barnið.

Gjaldast kann kontant ella við at flyta á konto 9865-102.770.5 í Norðoya Sparikassa. Tað ber ikki til at gjalda við korti. Um upphæddin verður flutt, so skal navn, føðiár og lið viðmerkjast flytingini.

Ungdómsvenjarin