Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politikkur: Norðoya Javnaðarfelag havt aðalfund

John William Joensen

Mánakvøldið 21. apríl hevði Norðoya Javnaðarfelag aðalfund og bleiv nevndin afturvald

Á fundinum varð nýggja samgongan, høvuðstættir í samgonguskjalinum, fíggjarlógin og útlendingalógin umrøtt. Eisini greiddu nýggju býráðslimirnir Signhild Joensen og Tummas Lervig frá býráðsarbeiðinum. Fundurin mintist eisini Torleif Sigurðsson, ið hevur tænt flokkinum trúliga í nógv ár, nú hann so brádliga andaðist.

Nevndin var øll afturvald, ið henni sita:

Signhild Joensen, forkvinna
Tummas Lervig, næstformaður
Jóannes Johannesen, kassameistari
Eyðgunn Samuelsen, skrivari
Dora Joensen, nevndarlimur