Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ógvuslig sentralisering ávegis

John William Joensen

Útmeldingarnar frá fíggingarstovnum og fíggjarfrøðingum, við Landsbankastjóra og Búskaparráði á odda, bera boð um, at stóri vøksturin í føroyska búskapinum er steðgaður.

Oddafiskurin í føroyskari fiskaframleiðslu á landi – Føroya Fiskavirking – er í kreppu eftir at hava havt stór hall á rakstrinum seinastu árini.

Somu ljóð eru eisini at hoyra frá øðrum fiskavirkjum, og høgi oljuprísurin hevur elvt til stórar trupulleikar í fiskiflotanum.

Nógva virksemið á landi – eitt nú í byggivinnuni – ger, at arbeiðsloysið í Føroyum er so at siga einki, og tí er hørð kapping um arbeiðsmegina.

Hesa kapping hevur fiskivinnan tapt higartil, og er úrslitið, at stór og kostnaðarmikil vinnutól javnan liggja svínabundin við bryggjuna – tí trupult er at manna skipini.

Formaðurin í Búskaparráðnum greiddi frá, at seinastu mongu árini hevur stórt undirskot verið á handilsjavnanum – tí at føroyingar hava keypt meira enn virkað og útflutt er.

Hann greiddi frá, at hetta speglaðist aftur í tørvinum hjá føroysku fíggingarstovnunum at lána pening uttanlands – pening, sum í stóran mun varð nýttur til økt forbrúk og meira bygging.

Landsbankastjórin og aðrir búskaparfrøðingar hava sagt, at eitt nú Sjómannafrádrátturin eigur at verða avtikin og færri fólk áttu at verið í fiskivinnuni – samstundis sum rentufrádrátturin verður niðurlagaður.

Eisini hava somu menn mælt frá at gera fleiri íløgur í tunnlar úti um landið við teirri grundgeving, at størsti tørvurin á íløgum er í vegakervið kring miðøkið, har mesta virksemið er.

Samstundis hava politikarar í øllum flokkum givið til kennar, at nú skal størri fíggjarorka brúkast uppá útbúgving og gransking, og størsta skúlaverkætlanin í søguni – skúlamiðdepilin í Marknagili verður mettur at kosta eitt stað millum hálva og heila milliard krónur.

Stjórin í Vinnuhúsinum hevur eisini verið úti og boðað frá, at Føroya Arbeiðsgevarafelag stuðlar ætlanum at gera Fróðskaparsetrið til eitt altjóða universitet.

Tórshavnar Kommunu hækkar samstundis íløgurnar við 100 milliónum krónum og fer til samans at brúka 250 milliónir krónum í íløgum í miðøkinum.

Uppskot um at byggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík fyri knappar 40 milliónur krónur hevur havt eina tunga og drúga viðgerð, men varð felt í tinginum – og merkir hetta, at ætlanirnar at útbyggja ein vælvirkandi núttíðarstovn í Klaksvík – vóru útsettar í óavmarkaða tíð. Eftir øllum at døma kunnu vit vænta okkum eina uppaftur ógvusligari miðsavnan.

Verða politisku ætlanirnar í miðøkinum førdar út í lívið tey komandi árini – samstundis sum íløgur í almenna undirstøðukervið kring um í landinum verður niðurprioriterað – er rættuliga sannlíkt, at vit fara at uppliva eina ógvusliga miðsavnan bæði av kapitali og fólki í miðøkinum – sum vit ongantíð hava sæð áður.

Kreppa í framleiðsluvinnuni – fer einans at merkjast úti um landið – tað er søguliga prógvað!

Spurningurin er, um politiska skipanin saman við búskaparfrøðini – longu hevur tikið avgerð um, at í Føroyum skal virkast, lærast og livast í miðøkinum – restin av landinum skal bløða burtur – tí sambært búskaparfrøðini er liviligast har tættast er millum húsini – í miðøkinum.

NORÐLÝSIÐ