Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús kemur ikki at halda

John William Joensen

Hetta vil umsjónarmaðurin ikki siga, men hann váttar fyri blaðnum at verður játtanin ikki hækka verður neyðugt at leggja ávíst virksemið niður og finna sparingar í lønum.

Í uppskotinum hjá landsstýrinum til fíggjarlóg fyri 2008 er játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús hækkað við fýra milliónum.

Hetta svarar til umleið sjey prosent meðan játtanin til Landssjúkrhúsið hækkar eini fimtan prosent.

Men sum Norðlýsið skilir so merkir hetta í veruleikanum at hvørki Landssjúkrahúsið ella Klaksvíkar Sjúkrahús klára at halda seg til ásettu játtanina.

Klára nevyan at fremja sparingar
Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrhúsið, sigur at hækkanin als ikki stendur í mát við tað, sum tað kostar at reka Klaksvíkar Sjúkrahús í 2008.

– Skulu vit klára at halda okkum til tað, sum landsstýrið nú skýtur upp, so merkir tað í veruleikanum at vit mugu finna sparingar og tað er næstan ógjørligt nú vit eru komin so langt inn í verandi fíggjarár.

– Tað sum er játtað til lønir er í lagið men tað sum er sett av til alt annað (heiluvág, olju, el, mat o.a.) er langt undir tað sum tørvur er á í 2008.

– Vit megna stuttsagt ikki at spara so nógv sum landsstýrið krevur uttan so at vit leggja okkur virksemið niður og spara í lønum.

Heri Ellingsgaard vísir eisini á at vøksturin í játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús seinastu árini hevur verið munandi minni enn vøksturin sum Landssjúkrhúsið hevur fingið.

– Hetta hongur ikki saman tí kostnaðarstøði hækkar eins nógv á Klaksvíkar Sjúkrhúsið sum hann ger á Landssjúkrhúsinum. Tað kann ikki verða rætt at vit ikki fáa somu vakstarmøguleikar sum eitt nú landssjúkrhúsið.

Heri Ellingsgaard sigur at fær Klaksvíkar Sjúkrahús ikki einar tvær milliónir afturat – so verður neyðugt at spara í lønum og virksemið annars.