Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bóklingur um útgrevsturin á Toftanesi í Leirvík

Oliver Joensen

Í hesum sambandi verður samkoma á Bátasavninum í Leirvík sunnudagin.

Sunnudagin 27. apríl kl. 15.00 skipar Fornminnisfelagið í Leirvík fyri samkomu á Bátasavninum í Leirvík, í samband við útgávu av bóklingi um útgrevsturin á Toftanesi. Umframt framløgu hugna Monika Stauss Joensen og Dánjal Eysturstein um við tónleiki.

Hugskotið til bóklingin kom, tá Bygdasavnið Gamli Skúli í Leirvík, saman við flestu bygdasøvnum í Eysturoy gjørdist partur av NPP stuðlaðu verkætlanini NORCE. Verkætlanin, sum fevndi um tíðarskeiðið 2004-2007, hevði sum høvuðsendamál at arbeiða við strandamentan.
Luttakandi londini í verkætlanini vóru øll strandalond í útnorði.

Ásannandi, at ov lítið av kunnandi tilfari, serstakliga á fremmandum máli, um heimlig søgulig viðurskifti er til taks, fall tankin beinanvegin á útgrevsturin á Toftanesi, sum varð útgrivin í árunum 1982-1988. Føroya Fornminnissavn endurbygdi í samstarvi við Leirvíkar Kommunu toftirnar í árunum 1993-1998. Stórur partur av arbeiðnum varð gjørdur av ungdómi úr Leirvík gjøgnum skipanina Ung í arbeiði.

Endurbygdu toftirnar á Toftanesi eru enn eitt so at siga ótroytt tilfeingi í ferðafólkahøpi. Heitt varð á Steffen S. Hansen, sum stóð fyri úgrevstrinum, um at skriva tekstin til ein bókling.

Bóklingurin er 52 blaðsíður og myndprýddur. Hann er prentaður í tveimum útgávum – einari enskari og einari danskari.

Fornminnisfelagið í Leirvík bjóðar øllum áhugaðum at vera hjartaliga vælkomin á samkomuna á Bátasavninum, har eisini verður møguligt at ogna sær eintak av bóklinginum fyri serprís.

Fornminnisfelagið í Leirvík