Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðkappingin í talvi 2007-08: Vestmanna FM-vinnari

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum 2½-1½ sigri á klaksvíkingum í “finaluni” í liðkappingini leygardagin tryggjaðu vestmenningar sær føroyameistaraheitið í 1. deild.

Tá samanumkom, lat Vestmanna Talvfelag ongan iva vera um FM heitið 2008!

Fullkomiliga eirindaleysir – ikki til at vika ! Sum drangur í brimi. Uttan tap síðani februar mánað 2005.

Tá avtornaði, vunnu teir FM heitið heili 4 stig fremri enn argastu kappingarneytarnir úr Klaksvík.

Men tá tað er sagt, so fer samstundis eitt stórt herðaklapp til Klaksvíkingar. Tí vit vóru vitni til ein einastandandi endabrest í Klaksvík í dag, har Klaksvíkingar góvu alt tað teir áttu – og meir enn tað.

Vestmenningar gjørdu tað sama, og spenningurin sveimaði í Ósáskúlanum – ja, tað merktist sum tímar – meðan menn togaðust, og alt var opið, og tíðin gekk undan.

Eftir at Ólavur hevði vunnið ímóti Martini, kom forloysingin nakað seinni, tá Carl Eli í sera spennandi talvi ímóti sera orkufreka Steintóri, helt høvdið kalt og hálaði FM heitið vesturum………. !

KTF-VT (1½-2½)
Heini Olsen – John Rødgaard (0-1)
Steintór Rasmussen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen (0-1)
Ólavur Simonsen – Martin Brekká (1-0)
Finnbjørn Vang – Samson Højgaard (½-½)

Hinvegin vóru Klaksvíkingar eins eirindaleysir í unglingadeildini. Ungu kreftirnar úr Norðoyggjum settu aftur í ár dagsskránna. Vardu FM heitið !

HJARTALIGA TILLUKKU !
TALVSAMBAND FØROYA

(kelda: www.faroechess.com)