Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frágreiðing formannsins

John William Joensen

Vegna tekniskar trupuleikar við heimsíðu felagsins, hevur Kí heitt á Norðlýsið um at prenta frágreiðing formansins her á heimasíðuni.

Klaksvíkar Ítróttarfelag: Formansfrágreiðing til aðalfundin tann 28. Apríl 2008

Innleidningur
Staðfestast kann at Klaksvíkar Ítróttarfelag framhaldandi er eitt tað størsta ítróttarfelagið í landinum.

Tá felagið á heysti 2005 setti út í kortið eina menningarætlan, sum millum mannað bleiv kend sum Visión 2009 varð felagið sundurskilt í tríggjar atskiltar eindir, sum í hvør sínum lagið skuldu menna ymisku økini í felagnum.

Felagið hevði á heysti 2005 eina skuld uppá 5 milliónir krónur og eftir drúgvar samráðingar var KÍ høllin seld partafelag fyri 6,2 milliónir krónur.

KÍ kundi sotatt rindað alla sína skuld og var harvið skuldarfrítt – og samstundis setti KÍ eina millión krónur í P/F KÍ-høllin, sum svarar til 50% av partapeninginum í høllini.

Eftir átti KÍ 200.000 krónur í reiðum peningi + pening sum kredittorar avskrivaðu.

Samstundis gjørdi leiðsla felagsins nýggja høvussponsoravtalu við Norðoya Sparikassa og stovnað var eitt smápartafelag, sp/f KÍ, at taka sær av rakstrinum av formuladeild felagsins og 1.deild kvinnur.

Harafturat vóru samráðingar við Klaksvíkar Kommunu og aðrar partar – sum tryggja at raksturin í P/F KÍ høllini hekk saman.

Eftir at leiðslur í sp/f KÍ og P/F KÍ-høllin vóru valdar var eisini nýggjur formannskapur valdur í Klaksvíkar Ítróttarfelag og við nýggju viðtøkunum, sum vóru endaliga samtyktar í márs mánaða saman ár er formansskapurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag í dag ein rættuliga sentralur postur í nýggja bygnaðinum.

Formaður felagsins umboðar felagið tá nevnd skal veljast fyri P/F – KÍ høllina og hann er føddur limur í nevndini fyri sp/f KÍ.

Fyrsti formaður í nýggju skipanini gjørdist Torleif Sigurðson, sum røkti formansskapin fram til 12. Februar í ár tá hann bráddliga andaðist, einans 61 ára gamal.

2007
Samanumtikið mugu vit siga at 2007 royndist misjavnt .
Fyri KÍ høllina hava rakstarætlanirnar hildið seg til tað sum mett var og hevur høllin á hvørjum árið givið yvirskot. Stóri eftirspurningurin eftir hondverkarum hevur havt við sær at nýggju skiftingarrúmini hjá fótbóltsliðunum í kjallarnaum eru nógv seinkaði. Her eru avsettar umleið 1,2 milliónir krónur til hetta arbeiði sum eftir nýggjastu ætlanunum skal takast í brúk í heyst. Tá hetta arbeiði er liðugt verður farið í holt við at leggja nýtt gólv á í KÍ høllini.

Samanumtikið gevur KÍ-høllin rakstrarligt yvirskot – sum verður brúkt til at betra um karmarnar fyri ítróttini.

Ungdómsdeildirnar Fótbóltur:
Talið av venjarum í yngru deildunum var í minna lagi, og hevði hetta við sær, at fleiri lið hjá KÍ í ár ikki hava havt nakran fastan venjara. Nevnast kunnu gentur 14-17 ½ vøll, smágentur B, gentur 10-12 ár C, smádreingir ½ vøll, piltar c. Av tí at hetta einans eru tey “lægru” liðini í aldursbólkinum, so hevur tað ikki ávirkað venjingina tað stóra, men tað er ein trupulleiki í vikuskiftunum, tá dystir skulu spælast. Av hesi orsøk vóru nøkur av nevndu liðum meldað úr kappingini.

Støðið á venjarunum er misjavnt. Vit høvdu, so at siga, vaksið fólk at taka sær av venjingini í flestu deildum. Fakliga støðið var ymiskt frá venjara til venjara, og royndu vit alla tíðina at hækka hetta støðið við fundum, innanhýsis skeiðum, eygleiðing av venjing v.m.

Við m.a. Bláu Bók eru flestu venjarar greiðir yvir, hvat fyri slag av fótbólti vit venja í KÍ.

Á árliga Fótbóltsskúlanum, sum KÍ hevur skipað á sumri seinastu árini vóru í ár eini 80 luttakarar og 12 venjarar í tíðarskeiðinum 14.-15. august 2007. Høvuðsvenjari var John Ranum Jensen úr Brøndby I.F. og umframt at standa fyri venjingum, so hevði hesin ein fyrilestur fyri venjarum, har hann greiddi frá skipanini av venjingum í Brøndby. Afturat høvuðsvenjaranum royndu vit at hava kvalitets venjarar, bæði úr KÍ og ørðum feløgum, og gevur hetta skúlanum nakað eyka. Mett verður, at tað er eitt gott koncept, at vit royna at hava fótbóltsvenjingina sum tað primera á skúlanum, og leggja dent á at hava góðar útbúnar venjarar.
Útlendskir venjarar hava úttalað um føroyingar, sum royna seg uttanlands, at størsti veikleikin hjá føroysku leikarunum er, at teir hava ov fáar venjingartímar í beinunum, tá teir gerast vaksnir. Sum er venja t.d. smádreingir og dreingir 3-4 ferðir um vikuna. Um vit, á ein ella annan hátt fingu hesa mongd at verið 5-6 ferðir um vikuna, so byrjar tað at líkjast.

Eitt hugskot kundi verið, at gjørt eitt samstarv við fólkaskúlarnar í Klaksvík har allir 8.-9. flokkar høvdu ítrótt sama dag frá kl. 08.00-09-30. So kundu fótbóltsleikararnir hjá KÍ fingið loyvi til at vant fótbólt hesa tíð. Á henda hátt høvdu vit fingið munandi fleiri venjingartímar.

Ein roynd varð gjørd at skipa ein leiðslubólk at taka sær av fótbóltsviðurskiftunum hjá KÍ. Hetta er sum so eitt gott hugskot og virkaði partvíst væl. M.a. førdi hetta við sær at dómarasíðan í felagnum varð styrkt munandi og høvdu vit i fjør ein hóp av 20-30 vaksnum fólkum, sum dømdu allar heimadystirnar hjá felagnum. Hetta hevur givið felagnum sera góða umrøðu millum vitjandi feløg og keypti felagið saman við Norðoya Sparikassa útgerð og klæðir at brúka í samband við heimadystir.

KÍ er eitt stórt felag við einari rúgvu av liðum. Hvørt vikuskifti skal eitt stórt “maskinarí” í gongd, og hvønn dag eru nógvar venjingar. Nógv fólk nýta stóran part av sínari frítíð og orku í felagnum, og var felagið sjálvandi ikki so vælvirkandi uttan hesi fólk. Tað er umráðandi alla tíðina at fáa heildina at rigga, soleiðis at gerandisdagurin kann ganga uttan stórvegis trupulleikar. Hetta eydnaðist eisini rímuliga væl í ár. Tað hava verið onkur smávegis “svipsarar”, men tað vil so vera, tá talan er um so nógv ymisk fólk, sum arbeiða saman. Tó er tað umráðandi, at vit ikki bara eru líkaglað, tá okkurt ikki er í lagi, og ikki bara siga “fínasta slag”, tá tað er neyðugt at betra okkurt. Vit mugu alla tíðina royna at betra tey smáu tingini. Á henda hátt verður heildarmyndin sterkari og sterkari.

Stuttur samandráttur av úrslitum
Formdeildin endaði sum nummar sjey í fjør eftir einan sera vanaliga byrjan.
 
Áhaldandi samstarvstrupuleikar millum leiðlu felagsins og høvusvenjaran endaðu við at venjarin varð sagdur úr starvið. Fyrstadeild endaði á einum níggjunda plássið.

Unglingarnir vunnu silvur í steypakappingini. Dreingirnir fingu bronsu í landskappingini. Piltarnir vunnu silvur ájavnt í stigum við gullvinnararnar.

1. deild kvinnur vunnu baði FM og Steypakappingina. Gentur 14-17 ár gjørdust føroyameistarar. Gentur 12-14 vunnu bronsu og Gentur 10-12 gjørdust Føroyameistarar.

Evropa Cup
Sum fyrsta felag í føroyskari fótbóltsøgu var KÍ í ár vertur fyri Evropa Cup kapping fyri kvinnur – har KÍ kvinnurnar luttóku.

Felagið brúkti sera nógva orku uppá kappingina sum byrjaði tann 20. Juni. Tað vísti seg at vøllurin í Klaksvík ikki kundi brúkast til nakað – tí liðini góðtóku ikki at venja á honum.

Ein nevnd var sett til at taka sær av kappingini og var hon mannað av Jóhan Lutzen, Andras Sólstein, Hera Olsen, Jón Harald Poulsen og Pálla Ziskason.

Kappingin hepnaðist sera væl og fekk KÍ rós frá UEFA fyri gott arbeiði. Nógv fólk var brúkt til ymiskar uppgávur so sum vaktir, hjálparfólk o.a.. Kvinnurnar hjá KÍ umboðaðu Føroyar og hini liðini sum luttóku vóru úr íslandi, hollandi og Finnlandi. Tað gekk eitt sindur misjavnt hjá KÍ kvinnunum sum m.a. leikti javnt móti hollendska liðnum. Liðini sum luttóku vóru munandi sterkari enn tey sum KÍ fyrr hevur møtt í evropa cup.

Síðan nýggi bygnaðurin í felagnum var settur í verk á heysti 2005 er nógv at fegnast men størsta avbjóðingin er framhaldandi at fáa flaggskip felagsins á røttu kósina.

Vit fegnast um at nýmótansgerða av KÍ-høllini er ávegis. Vit eiga at fegnast um at felagið megnar at útbúgva og gjalda menning av bæði dómarum og venjarum. Eisini fegnast vit um at FSF stuðlar felagnum við løntum skrivstovufólki.

At enda vilja vit takka øllum teimum mongu sum dagliga virkað felagnum til frama.

Nichels Lutzen, formaður, Klaksvíkar Ítróttarfelag