Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt ferðslutiltak í Klaksvíkar Kommunu: Parkeringsvørður settur í starv í Klaksvík frá 1. mai

John William Joensen

Løgreglan hevur sett John B. Hansen úr Klaksvík í starv hálva arbeiðstíð sum
parkeringsvørð í Klaksvíkar Kommunu, har hann byrjar tann 1. mai.

Sambært avtalu við Klaksvíkar Kommunu hevur løgreglan sett í starv ein parkeringsvørð í kommununi

Til frama fyri ferðslutrygdina
Fyri nøkrum mánaðum síðan heitti ferðslunevnd býráðsins á løgregluna um at fáa eina skipan við parkeringsvørði í kommununi. Fundir vóru millum partarnar, sum endaðu við eini avtalu eins og í teimum kommunum, sum frammanundan hava parkeringsvørð.

– Hetta tiltak verður gjørt fyri at betra um parkeringsviðurskiftini í kommununi og fyri at hava skipaði viðurskifti á økinum, sigur Kristian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri, sum eisini er formaður í ferðslunevnd býráðsins.

– Sum næst størsti býur í landinum meta vit, at Klaksvík hevur tørv á og gott av at hava ein parkeringsvørð at hava eftirlit við, hvussu parkerað verður, og á tann hátt at virka fyri, at fólk framyvir í mest møguligan mun fara at gera brúk av teimum parkeringsplássum og –básum, sum kommunan hevur gjørt til endamálið.

– Hetta verður ikki sett í verk, tí vit halda, at óskil valdar. Heldur skal hetta skiljast sum, at býráðið og vit í ferðslunevndini ynskja at skipa hesi viðurskifti enn betur.

– Ikki minst er hetta eitt tiltak til frama fyri ferðslutrygdina í býnum, tí um øll akfør verða parkerað á skipaðum parkeringsbásum, so minkar hetta um vandarnar í ferðsluni, sum ofta er nógv úti á vegunum, har eisini mangan nógv fólk eru á gongubreytunum, á súkklum og prutlum, sigur formaðurin í ferðslunevndini.

Í starvi hjá løgregluni
Parkeringsvørðar arbeiða undir leiðslu og ábyrgd løgreglunnar, og tí er tað løgreglan, sum setur parkeringsvørðarnar í starv og hevur ábyrgd av virksemi teirra.

Heilmildin at útskriva bøtur, so sum parkeringsbøtur, liggur einans hjá løgregluni, sum hevur eina nútímans og væl virkandi skipan fyri parkeringsvørðarnar kring landið.

Frammanundan eru parkeringsvørðar í starvi í Tórshavnar og Runavíkar kommunum, og nú hevur Klaksvíkar Kommuna eisini fingið í lag eina slíka skipan saman við løgregluni.

John B. Hansen, sum býr í Klaksvík, byrjar í starvinum longu nú tann 1. mai 2008, so fólk í Klaksvík, bæði fastbúgvandi og vitjandi, kunnu tað sama byrja at venja seg við hetta nýggja eftirlitið í býnum.

Tað ganga tó helst nakrir dagar inn í mai mánað, áðrenn nýggi parkeringsvørðurin verður at síggja í gøtunum í Klaksvík, tí fyrst skal hann lærast upp hjá løgregluni.

Setur eisini krøv til skeltingina
Kristian Fríðrik Olsen roknar við, at tann fyrsta tíðin við parkeringsvørði verður ein tíð, har bilførarar sjálvandi skulu venja seg við hetta nýggja parkeringseftirlitið, men eisini verður neyðugt hjá kommunala myndugleikanum at fylgja væl við gongdini og at dagføra skeltingina.

– Eg skal sjálvandi vara meg fyri at gera niðurstøðurnar frammanundan, men eg rokni við at vit í ferðslunevndini – í samstarvi við parkeringsvørðin og við løgregluna – fara at dagføra skeltingina eftir nýggju umstøðunum.

– Skeltingin í býnum er rímiliga væl dagførd, men nú hendan skipanin fer í gongd, verða uttan iva onkrar tillagingar – tað er púra nátúrligt, heldur Kristian Fríðrik Olsen.

Í ferðslunevnd býráðsins eru tríggir limir: Kristian Fríðrik Olsen, formaður, Hans L. Djurhuus, sýslumaður, og Gunnleyg K. Dánjalsson, limur/skrivari.