Í samband við fíggjarlógarviðgerðina, fari eg at loyvað mær at endurgeva nakað av tí, ið eg segði í seinnu røðu míni á løgtingi.
Hóast vit nú eru eitt valdømi, haldi eg tað er alneyðugt at øll økir í landinum verða útbygd, so allar Føroyar framvegis vera eitt samfelag í støðugari menning. Raðfestingarnar, ið vera gjørdar, eiga sjálvandi at taka atlit til heildina og hvussu vit fáa mest burturúr tí fíggjarorku, ið vit hava til taks.
Samgonguskjalið ásetur, at átøk skulu gerast so øll økir í landinum kunnu mennast í rímiligari javnvág. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagi, at vit hava sterk og dynamisk økir kring landið. Hetta skapar ein dynamik í samfelagnum, ið vit ikki fáa, um vit bert hava eitt sterkt øki í landinum og restin meira ella minni fánar burtur. Tí tað er samanspæli og kappingin millum økini ið skapar gróður og vøkstur. Tí eiga vit, eisini í kommunuhøpi, at hugsa í økjum – mest sannlíkt 7 økir.
Norðoyggjar eru eitt sterkt øki í okkara landi, har fiskivinnan hevur verið og framvegis er lívæðrin. Eitt annað, ið altíð hevur eyðkennt Klaksvíkina, heilt aftur til tíðliga í hesi øldini, er íverksetan og áræði hjá fólkinum, ið har býr. Tað vóru fólk á staðnum í settu á stovn Klaksvíkar Sjúkrahús, Sjómannskúlan, Tekniska Skúla, Húsarhaldsskúlan og Klaksvíkar HF-skeið.
Nú er fast samband við meginøki og ber hetta í sær nógvar nýggjar møguleikar og ikki minst avbjóðingar. Vit mugu flyta okkum mentalt burtur frá, at “soleiðis hevur tað altíð verið” til “hvussu kunnu vit skipa okkum so vit fáa sum mest burturúr teimum nýggju møguleikunum, ið eru skaptir”.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi so er 1 mió avsett til íløgur í ár. Orsøkin til hesa heldur lítlu upphædd er, at farast skal undir at lýsa nærri hvussu Sjúkrahúsi skal útbyggjast í framtíðini. Tá ið henda ætlan fyriliggur verður peningur til íløgur settur av samsvarandi yvir eitt áramál.
Kommunulæknaskipanin eigur at fáast at virka í tøttum samstarvi við Klaksvíkar Sjúkrahús. Eitt ið hevur verið nógv frammi, er at økja um virksemi hjá Sjúkrahúsinum við at stovnseta eina uppvenjingarstøð í Klaksvík. Vit vita at tørvurin er ovurhonds stórur á hesum tilboðnum og hevði tað spart heilsuverkinum nógvan pening, um fólk fingu hetta tilboð, umframt, at tað hevði bøtt munandi um lívsgóðskuna hjá teimum, ið hava hesi tilboð fyri neyðini.
Samskipan og samstarv í økjunum
Fyri at økini skulu vera sterk, má ein samskipan fara fram í tí einstaka økinum. Norðoyggjar eiga at vera ein kommuna og allir skúlar og stovnar eiga at samstarva meira og samskipa sítt virksemi í tann mun tað ber til.
Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur sum tann einasti landinum HT útbúgvingina. HT útbúgvingin hevur 15 ár ár á baki í ár. At útbúgvingin virkar eftir endamálinum sæðst millum annað við, at HT næmingar vunnið bæði føroysku finaluna í EBG og Ungt virki nú í vár. Næmingatilgongdin til útbúgvingina er eisini vaksandi og hevur skúlin tí søkt um tveir flokkar til komandi skúlaár.
Í 2006 var verklagslóg samtykt, ið hevði til endamáls at útvega HT útbúgvingini egin hølir á Tekniska skúla í Klaksvík. Bygningurin, ið er í gerð, fatar um vanligar skúlastovur umframt serstovur. Játtanin fyri 2008 er til liugtgerð av hesi bygging og til útgerð og innbúgv. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 eru avsettar 9,1 mió. Um henda upphædd er nøktandi fari eg at biðja landstýriskvinnuna at greiða frá í fíggjarnevndini.
Viðvíkjandi framtíðarbygnaði fyri miðnámsskúlar, so leggur áliti um endurskoðan av miðnámsútbúgvingunu upp til, at Klaksvík og Kambsdalur verða ein depil.
Tá nýggja skipanin verður sett í gildi í august 2009 verða, í nógv størri mun enn í dag, møguleikar fyri øktum samstarvi, millum HF og HT útbúgvingina. Hetta vil viðføra at næmingarnir fáa fleiri valmøguleikar. Møguleikar fyri øktum lærarasamstarvi og námsfrøðiligari menning. Síðst men ikki minst vil eitt samstarv millum HF og HT økja um trivnaðin og skapa eitt gott lestrarumhvørvi fyri bæði næmingar og starvsfólk.
Eg síggi nógvar møguleikar við skúladeplum kring landið. Ein týdningarmikil uppgáva í framtíðini eigur at vera, at hesir deplar skipa fyri yrkisskeiðum og eftirútbúgving av arbeiðsmegini í økinum, eitt nú skeið til flakavinnuna og umskúling av arbeiðsmegi.
Kokkaskúlin.
Seinastu 4-5 árini hevur verið arbeitt við at umvæla hølini hjá Klaksvíkar kokkaskúla, nú er umsíðir komið so langt áleiðis, at bert køkurin væntar. At útbúgva fólk í Føroyum innan matgerð er stórur tørvur á og tí er brúk fyri kokkaskúlanum hóast vit áttu at haft fleiri matvøruútbúgvingar í Føroyum.
Sum nú er vera næmingarnir á kokkaskúlanum útbúnir til at matgera umborð á skipum, hetta er bæði gott og neyðugt.
Stórur tørvur er á at útbúgva starvsfólk til ymiskar stovnar sosum matstovur, ellisheim og barnaansingarstovnar. Eisini er stórur tørvur á at upplýsa um heilsugóðan kost, og á tann hátt vera við til at fyribyrgja sjúkur, ið standast av skeivum kosti.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 eru avsettar 500 t.kr til kokkaskúlan. Farið í hesum sambandi í fíggjarnevndini at spyrja landstýriskvinnuna, hvussu langt henda játtanin røkkur og hvat írestar aftrat teimum 500 t.kr. fyri at fáa køkin á kokkaskúlanum lidnan.
Eisini fari eg at fáa útgreina, um henda upphædd er so lítil, at tað í longdini verður dýrari at umbyggja, enn um størri upphædd var avsett.
Gera tað ið vit duga best
Ein vísur persónur hevur einaferð tikið til, at ein skal gera tað sum ein dugir best, heldur enn at finna uppá nakað nýtt. Í dag eru krøvini so nógv økt, at vit mugu leggja okkum eftir at gerast enn betur, til tað sum vit frammanundan eru góð til.
Nakrar av sterku síðunum í Klaksvík eru, fyri mær at síggja, fiskivinna, heilsurøkt, útbúgvingar og námsfrøði sum heild. Við at styrkja økini og nýta tilfongi á staðnum úti í økinum, kunnu vit vera betur før fyri at møta teimum avbjóðingum, ið framtíðin setur okkum.
Eyðgunn Samuelsen. løgtingskvinna




