Heini O. Heinesen atkvøddi hvørki fyri ella ímóti, men valdið at atkvøða blankt, tá uppskot um at gera tunnlarnar Norður um fjall varð lagt fyri løgtingið – Sostatt hevur nývalda sterka umboðanin hjá norðingum einki givið – enn.
Tá uppskotið hjá trimum norðoyatingmonnum, Anfinn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø kom til aðru viðgerð í tinginum í gjár var umboðanin úr norðoyggjum sera sterk.
Val av landsstýrisfólkum og tað at ávís tingfólk eru í farloyvi ger at umboðanin hjá norðoyggjum í tinginum ongantíð hevur verið so sterk sum hon er í løtuni.
Men hetta hjálpti sera lítið tá uppskotið um at fara undir nýggjar tunnlar norður um fjall var lagt fyri tingið.
Tingfólk valdu at halda seg til andstøðu/samgongu bítið og øll tey nývaldu umboðini úr norðoyggjum atkvøddu ímóti.
Eyðgunn Samuelsen, Aksel Jóhannesen, Óluva Klettskarð og Olga Biskopstø atkvøddu ímóti – meðan Heini O. Heinisen var í villareiði og atkvøddi blankt (fráverandi undir atkvøðugreiðsluni).
Bert tveir tinglimir úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri (Bjørn Kalsø og Alfred Olsen) meðan eitt nú Magni Laksáfoss sum áður hevur verið uppstillaður í Norðoyggjum atkvøddi ímóti.
Baði umboðini hjá Miðflokkinum, sum fekk eitt sera gott val í Hvannasundi seinasta løgtingsval, atkvøddu ímóti.
Baði umboðini hjá Sjálvstýrisflokkinum atkvøddu eisini ímóti.
Undir viðgerðini í tinginum varð dúgliga skotið millum tey sum vóru fyri ímóti – at einki hevur verið gjørt undanfarin valskeið – og samgongu umboðini søgdu seg ikki kunna atkvøða fyri einum andstøðu uppskotið.




