Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamalt/ Nýtt, handilin við brúktum møblum, heldur áfram

(Hannefía Joensen)

Vit eru fleiri eldru kvinnur, sum vilja halda áfram við handilnum, sum byrjaði fyri 3 árum síðani.

Tey, sum hava havt handilin, fara nú í annað starv; og tá fólk hava verið glað fyri hetta tiltak vóru vit samd um at halda áfram.

Fyri at hetta kann ganga, eru vit takksom um tit vilja koma við brúktum møblum, sum tit ætlað at skifta út, so sum lampur, smáar kommodur,sofaborð, stólar ella vakrir málningar. Alt, sum sær gott út og kann brúkast eru vit takksom fyri. Koyr ikki á ruskstøðina, men ring til Gamalt/Nýtt tlf.45 6820 ella til Sonju Bjartalíð tlf. 45 6544 eftir kl.18.00

Gamalt/Nýtt er opið Týsdag – Fríggjadag kl. 13.30 – kl.17.30 og Leygardag kl.10.00 – kl.14.00.

Vit fáa møblar úr Danmark eftir Hvítusunnu, tí steingja vit handilin restuna av vikuni.

Allur peningur fer óskerdur til Danmission, sum hevur eitt stórt arbeiði ígongd í Karagwe í Norður – Tanzania.

Gamalt/ Nýtt