Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rag Rags sjokeraðu og tey ungu sjarmeraðu

John William Joensen

Leygarkvøldið var nógv umtalaða “Straight Parade” í Badmintonhøllini – og høllin kókaði

Tað má sigast at tiltakið, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag skipaði fyri var sera væl eydnað.

Høllin var fullsett og nógv fremmandafólk vóru at síggja.

Gomlu bólkarnar: Rag Rags, Hjarnar, Dynamitt og Mr. Straight Ahead (Jørgen Dahl) og Hallur Joensen, fingu alt at kóka.

Konsertin byrjaði við trimum nýggjum bólkum við ungdómi úr Dávavirkinum og sigast má at tey ungu stóðu seg framúr væl.

Skulu vit siga nakað kritiskt um fyrstu konsertina í Badmintonhøllini – so var pallurin nakað lágur og lítil.

Harafturat kundi sjálvt ljóðanleggið verið størri og havt meira "power".

Men annars gekk alt sera væl og fyrireikararnir skulu eiga stóra tøkk fyri eitt sera gott kvøld í býnum.