Oknin, ella Svanurin, ið fyri góðari viku síðani sást á Vágni, hevur nú í nakrar dagar hildið til úti á Norðoyri.
Sum áður sagt frá, so er Svanurin ringmerktur og hevur ein gulan plastring á vinstra beini og ein metalring á høgra. Fuglafrøðifelagið er áhugað í at fáa at vita hvat stendur á gula ringinum.
Um tað heppnast onkrum at avlesa ringin, so kann ringjast til Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy og boða frá áskriftini. Sagt verður rættuliga vist, at hendan Oknin er komin úr Skotlandi ella Írlandi og at hon hevur ætla sær til Íslands, men av einhvørjari orsøk er hon endað her, møguliga orsaka av sjúku.




