Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómansskúlin bjóðar inn

Oliver Joensen

Ídag kl. 18.00 er høvi hjá øllum at støkka inn á gólvið á Klaksvíkar Sjómansskúla til eina smakkiroynd av heilsugóðum mati úr fiski.

Kokkaskúlin skipar ídag fyri einum skeiði í heilsugóðum mati, alt úr fiski. Skeiðsluttakararnir eru skipskokkar, og fólk annars við áhuga fyri matgerð.
Tað er sjálvandi Jákup Ziskason við sínum liðið sum stendur fyri undirvísingini og kl. 18 ídag, bjóða tey okkum sum hava hug á gátt at royna matin og kanska fáa eitt prát um tilgerðina.
Vit síggjast á Sjómansskúlanum ídag kl. 18.00, ella hvussu?