KÍ hevur higartil spælt seg í finaluna í trimum av teimum sjey steypakappinginum, sum verða spældar, skrivar KÍ heimasíðan
Kelda: www.ki.fo
Unglingarnir spældu mánakvøldið hálvfinalu í Streymnesi, og har vann KÍ 2-0 á EB/Streymi. Málini skutu Álvur F. Christiansen og Sámal Olsen.
Smágentur spældu farna vikuskifti hálvfinalu í Fuglafirði. KÍ vann hendan dystin 2-1. Málini hjá KÍ skutu Maria K. Thomsen og Eyðvør Klakstein.
Gentur 14-17 spældu hálvfinalu ímóti AB í Klaksvík, og KÍ vann 4-1. Málini skutu Rúna Bjartalíð (2), Sofía Purkhús og Sølva Andreasen.
Afturat hesum hevur kvinnuliðið hjá KÍ eisini annað beinið í finaluna, tí KÍ vann 4-1 ímóti Víkingi í fyrru hálvfinaluni. Seinna hálvfinalan verður spæld í Gøtu síðst í hesum mánaðinum.




