Tað er óheppið at hvørki andstøða ella samgonga kann rokna við Sjálvstýrisflokkinum sigur Sámal Petur í Grund, sum í mong ár var ímyndin av flokkinum.
Hann heldur tað vera løgið at flokkurin velur at stuðla eini samgongu uttan at fáa nakað sjónligt burtur úr.
– Samgongan gjørdi jú greitt at hon ikki ynskti at Sjálvstýrisflokkurin var partur av samstarvinum.
– Formaðurin í flokkinum hevur altment sagt at teir vóru bjóðaðir til ein fund, sum ikki vísti seg at hava nakað innihald, tá nýggja samgongan varð skipað.
– Tað gevur mistanka um at okkurt dult samstarv er í gongd millum partar av samgonguni og flokkin – og fólk standa spyrjandi hvat hetta samstarv gongur út uppá.
– Minstakravið er at veljarar vita og síggja hvat flokkurin fær aftur fyri. Eg haldi eisini at flokkurin hevur ein trupuleika, tá hvørki andstøða ella samgonga kann rokna við honum.
– Útgangsstøði má altíð verða at ein ynskir at verða partur av eini samgongu og tí er sera týðandi at ein spælir við opnum kortum.
– Sum støðan er í løtuni, so síggja vit at flokkurin ferð eftir ferð hjálpir samgonguni úr trupuleikum – uttan at fáa nakað sjónligt afturfyri. Tí kann ein bara gita um hvat tað er sum flokkurin fær sum løn. Tað er einki mál í sær sjálvum at atkvøða við samgonguni – uttan at hava ávirkan á hvussu málini verða framd.
– Antin er ein við ella ikki – og er flokkurin partur av eini samgongu – so eigur hann sjálvandi at hava ávirkan í landsstýrinum har politikkurin hjá samgonguni verður førdur út í lívið.




