Fyri fyrstu ferð eru Føroyar vertsland fyri einari EM-undankapping fyri kvinnulandslið, sum verður í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið í døgunum frá 16. til 18. mai 2008.
Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt enn eitt fet í menningini av føroyskum flogbólti, nú Føroyar verða vertur fyri einari EM undankapping fyri kvinnur, Bólkur B, sum er um vikuskiftið í høllini á Hálsi í Havn.
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti, sum luttekur í hesi søguligu kapping, er mannað við fylgjandi spælarum:
Anna Maria M. Kruse, ÍF
Annika á Stongum, SÍ
Birgit Guttesen, SÍ
Birita Joensen, KÍF
Helen á Lakjuni Jacobsen, ÍF
Helga Guttesen, SÍ
Karin Mikkelsen, SÍ
Kate Kalsø, Mjølnir
Margit G. Joensen, Mjølnir
Ruth Thomassen, Dráttur
Sólgerð Henriksen, Dráttur
Sólva Dimon, TB
Sostatt er SÍ tað felagið, sum er best umboðað á landsliðnum við 4 leikarum, meðan ÍF, Dráttur og Mjølnir hava hvør sínar 2 leikarar við. KÍF og TB hava hvør sín.
Landsliðið hevði sínar seinastu venjingar síðsta vikuskifti í Havn, áðrenn liðið hósdagin flutti inn á Hotel Føroyar, nú eisini Írland, Luxembourg, Liktenstein og Skotland eru komin til landið við Atlantic Airways.
Kappingin er í høllini á Hálsi í Havn, og dystarskráin er henda:
Dystarskrá:
Fríggjadagur 16. mai 2008:
12,00 Skotland – Luxembourg
15,30 Írland – Liktenstein
18,15 Føroyar – Skotland
Leygardagur 17. mai 2008:
10,00 Írland – Føroyar
13,30 Liktenstein – Luxembourg
16,30 Skotland – Írland
19,30 Føroyar – Liktensten
Sunnudagur 18. Mai 2008:
13,30 Luxembourg – Írland
16,00 Liktenstein – Skotland
19,30 Luxembourg – Føroyar
Tvs., at Føroyar skulu spæla 4 dystir, harav teir tveir skulu spælast leygardagin 17. mai.
Tórshavnar Kommuna er vertsbýur og EIK Banki er høvuðsstuðul í kappingini.
Nr. 1 og 2 koma víðari til eitt endaumfar, sum verður í Luxembourg næsta ár.
Jan Hentze
døma 3 dystir
Føroyski altjóða dómarin Jan Hentze er settur at døma tríggjar av dystunum í EM-undankappingini.
Ta einu ferðina er Jan fyrsti-dómari, og tvær reisir verður hann annar-dómari.
Fyrsti-dómari verður hann í dystinum leygardagin millum Skotland og Írland.
Í setanardystinum fríggjadagin millum Skotland og Luksemborg var Jan annar-dómari, og tað verður hann aftur sunnudagin, tá Luksemborg og Írland møtast.
Dag-atgongumerki kosta kr. 100,00, men eisini ber til at keypa eitt vikuskiftis-atgongumerki fyri kr. 150,00, sum er galdandi allar dagarnar.




