Eftir ein steðg vegna skaða í næstan eitt heilt ár, kann nú roknast við, at Sigmund Jacobsen verður við aftur á KÍ-liðnum í dystinum móti B36 sunnudagin.
Tað var ein sera ógvisligur tilburður á vøllinum í fjør summar, tá ið Sigmund Jacobsen breyt beinið í dysti fyri KÍ.
Hetta hendi beint áðrenn, at KÍ-liðið skuldi fara til Hammarby at spæla Evropa-Cup dyst, sum Sigmund tí sjálvsagt misti.
Men skaðasteðgurin var drúgvari enn so. Sigmund spældi ikki aftur tað kappingarárið.
Men í vár hevur hann verið at sæð á vøllinum og vant saman við hinum KÍ-spælarunum. Í fyrstani kundi hann bara renna, men so við og við er bólturin komin upp í leikin hjá Sigmundi, og í seinastuni hevur hann spælt onkrar dystir fyri 1. deild.
Í ár hevur Símun Joensen fyri tað nógva spælt sum vinstri bakkur fyri besta KÍ-liðið, men í løtuni hevur Símun trupulleikar við hælsinuni, og hann fær tí ikki spælt – væntandi nakrar dystir fram.
Hesar umstøður gera, at tað nú kann roknast við, at Sigmund Jacobsen fyri fyrstu ferð síðan í fjør summar aftur verður at síggja á Formulaliðnum hjá KÍ.
Burtursæð frá Símuni Joensen er ikki frætt um aðrar týðandi skaðar, so burtursæð frá honum er liðið helst fullmannað.




