Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Yvir 300 runnu fyri heilsuna

John William Joensen

Undirtøkan var sera stór tá tiltakið “Renn fyri heilsuna” fór av bakkastokki í gjár. Allir luttakararnir vóru væl nøgdir og í sera góðum lag.

Veðrið var av tí allarbesta, tá tey yvir 300 fólkini vóru tilreiðar at renna og/ella ganga frá Sportmaster og út á Skarðhamar og aftur.

Tiltakið byrjaði við at Guttorm Sørensen frá Treysti nøkur praktisk orð um hvussu tiltakið er skipað. Síðani segði hann m.a. at han føldi tað sum ein stóran sigur, tá hann sá tað stóru fjøldina, sum var uppmøtt. 

Síðani segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálum nøkur góð orð um tiltakið, áðrenn hann saman við stóra skaranum legði leiðina út á Skarðhamar at venda og aftur.  

Tað var ein vøkur sjón at síggja tann stóra skaran, sum fór avstað úteftir. Tá tey komu aftur fingu tey vatn frá Føroya Bjór og frukt frá Klaksvíkar Kommunu.

Umframt at fáa ein endurskinsvest frá Sportmaster og EIK, so fáa luttakarnir eitt eyka bonus, við tað at tey fáa ein lutaseðil, hvørja ferð tey hava luttikið. Vinningurin er eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Nordica í Reykjavík. Vinningurin er latin av Sportmaster, EIK, FonnFlog, KBI og Treysti. Drigið verður tá tiltakið endar 6. september.

Fyrireikararnir frá Sportmaster, EIK og Treysti vóru sera fegnir um luttøkuna.

"Hetta var nógv fleiri fólk enn vit høvdu væntað, men tað er ótrúliga stuttligt, at so nógv hava tikið hetta til sín, og tá undirtøkan er so góð millum fólkið, so er tað altíð stuttligt at skipa fyri" segði ein vælnøgdur Guttorm Sørensen frá Treysti.

"Hetta var næstan ófatuligt, men sera stuttligt" segði ein stórsmílandi Søren Z. Jacobsen frá Sportmaster.

Næsta "Renn fyri heilsuna" verður leygardagin 24. mai kl. 14.00 frá Sportmaster.