Norðlýsið er einasti miðil, sum hevur roynt at lýst málið um sandoyartunnilin frá okkara síðu, segði Páll á Reynatúgvu m.a. á tunnilsfundinum í Skopun. Eisini heldur hann tað verða løgið at landsstýrisfundur um tunnilsmálini var hildin so langt frá Sandoynni sum gjørligt
Í morgun kl. 11 hevur Føroya Løgmaður boða til fundar í lítlu samgongu og umframt formennirnar í samgonguflokkunum eru eisini sandoyartingmennirnir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu bodnir við.
Góðtaka ikki at verða hildin uttanfyri.
Á fundinum í Skopun gjárakvøldið segði løgtingslimurin, Páll á Reynatúgvu, at tað fyrst og fremst snýr seg um at finna eina loysn á málinum um Sandoyartunnilin.
– Hetta merkir at vit halda fast um løgtingssamtyktina og vit fara ikki at góðtaka at Sandoyartunnilin verður fluttur til næsta valskeið.
– Hinvegin mugu vit ikki verða blindir fyri alternativinum – tí eg dugi ikki at síggja hvat tað gagnar Sandoyartunnlinum, at vit báðir Gerhard verða tveittir úr samgonguni og Sjálvstýrisflokkurin kemur inn.
Saknar eina samráðingartilgongd
Eisini førdi Páll á Reynatúgvu fram at hann saknaði eina samráðingartilgongd.
– Tað er sera løgið at eg og Gerhard, sum eru valdir at umboða Sandoynna ikki eru tiknir við í eini samráðingartilgongd um Sandoyartunnilin.
– Hinvegin hava vit beinleiðis verið hildnir uttanfyri og tí er hesin knúturin komin á samgongusamstarvið.
– Tað er undir allan kritikk at tað einasta vit hava hoyrt um ætlanirnar hjá landsstýrinum – er komið gjøgnum fjølmiðlarnar.
Tunnilin er lív ella deyð
Páll á Reynatúgvu sigur at sandoyartunnilin er lív ella deyð hjá Sandoynni.
– Tann optimisman, sum hevur verið millum fólk á Sandoynni síðan løgtingssamtyktina – stendur fyri hóttafallið – og tí fara vit als ikki at góðtaka at vit verða sett til síðus.
– Tjóðveldi hevur altíð gingið á odda fyri at útbygt landið og tryggja øllum økjum í landinum javnbjóðis møguleikar og tí fái eg meg ikki at trúgva at ætlanin er at víkja frá hesum.
– Tað er eisini ein spuringur um rættartrygd, tá eitt landsstýri ætlar at broyta eina lóg, sum hevur so stóra ávirkan fyri ein part av fólkinum, bara eitt ár eftir at hon er sett í gildið.
– Tað sum vit ynskja er fyrst og fremst ein dialog við landsstýri og tí var tað sera hugstoytt at upplivað at Føroya Løgmaður valdi at hava landsstýrisfund um málið – heilt norðuri við Gjógv – so langt frá Sandoynni og sandoyingum sum gjørligt.
– Tað hevði verið meira mannsligt at havt landsstýrisfundin á Sandoynni, segði sandoyartingmaðurin sum eisini nevndi á fundinum at Norðlýsið var einasti fjølmiðil, sum hevði roynt at lýst málið við sjónarvinklunum hjá sandoyingum.




