Í kvøld kl. 19 verður aðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfelag í hølunum hjá Trygdarmiðstøðini á Bøgøtu
– Tað er ein stórur mangul uppá konufólk og tí vóna vit at nógv fólk møta til fundin í kvøld, verður sagt frá nevndini.
Í nevndini sita Jákup Jacobsen, formaður, Louis Juliusson, næstformaður, Andras Samson, skrivari, Petur Vágsgarð, kassameistari og Pauli Magnusson, røkil.




