Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyartunnilin bindir løgtingið

John William Joensen

Tað er stórur munur millum løgtingssamtyktina víðvíkjandi Skálafjarðartunnlinum og so løgtingslógina um Sandoyartunnlin

Samgongan er noydd at fyrihalda seg til Sandoyartunnilin.

23 løgtingslimir samtyktu eina løgtingslóg í desember 2007, sum bindur landsstýri at byrjað arbeiði upp á Sandoyartunnilini 1. november 2009.

Um samgongan ætlar at raðfesta stóru íløgurnar ørðvísi, so verður samgongan noydd at leggja nýtt lógaruppskot fyri tingið og tað er hetta, sum skapar trupuleika.

Tað hevur verið ró frammundir, at Sjálvstýrisflokkurin kundi hjálpt samgonguni, men veruleikin er at 17 av teimum, sum í dag manna Føroya løgting hava verið við til at samtykt lógina um Sandoyartunnilin.

Sjálvt um løgmaður gevur skarvin yvir og nýggj samgonga skal skipast  so skal  løgtingið  framhaldandi fyrihalda seg til samtyktu lógina.

Skálafjarðartunnilin

Løgtingsamtyktin viðvíkjandi Skálafjarðartunnlinum er ikki ein løgtingslóg og bindir tí ikki Føroya Landsstýri.

Ein løgtingssamtyk er ein ábending um politiskan vilja, men ein landsstýrismaður er ongantíð bundin av eini løgtingssamtykt.