Formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, John Jóhannesen, segði í Rás2 fyri løtu síða at hann vónaði ikki at nakar í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum fer at gera tað at samgongan slitnaði
Við hesum verður lagt upp til harðar samráðingar seinrapartin – har partarnir standa meira spjaddir enn nakrantíð.
Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu søgdu eftir fundin í lítlu samgongu í gjár at einki nýtt var at frætta og tað heldur ikki var semja í landsstýrinum.
Í løtuni er fundur í tingbólkinum í javnaðarflokkinum og eftir tí, sum John Jóhannesen segði í Rás2 fyri løtu síðan, ferð føroya løgmaður nú at leggja trýst á Gerhard við at hótta við samgonguslitið.
John Jóhannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, hevur sjálvur atkvøtt fyri løgtingslógini sum sigur at byrjast uppá Sandoyartunnilin 1. november 2009.
Útmeldingarnar sum eru komnar í morgun benda á at partarnir standa í løtuni logri frá hvørjum øðrum enn teir nakrantíð hava staði – hóast nógv fundarvirksemið.




