Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyðhjálpin til Myanmar verður nýtt til telt o.a.

John William Joensen

Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, gjørdi av at veita 150.000 kr. í neyðhjálp til Mynamar, fyrrverandi Burma, eftir ræðuligu vanlukkuna, sum herjaði fyrst í hesum mánaðinum.

Neyðhjálpin verður latin umvegis Reyða Kross sum upplýsir, at hjálpin m.a. fer til líkposar, plastpresendingar, til fyribilstak yvir heimagjørdar smáttur, telt, gassapparatir, grýtir og pannir o.l. og til íløt at eta av og drekka úr, umframt rís og annað til matna. Harumframt verður arbeitt við at útflýggja heilivág fyrst og fremt fyri magasjúkur.

Reyði Krossur boðaði í gjár frá, at roknað verður við, at neyðhjálparfólk fáa loyvi at koma inn í tey økir, sum eru allar ringast rakt. Útlendsk hjálp hevur higartil ikki havt atgongd til økini.

Talan er um seks fólk frá altjóða vatn- og sanitetsdeildini undir Reyða Krossi, sum nú fáa møguleikan at syrgja fyri reinum drekkivatni í vanlukkuøkinum.

Harleyfacadeacryl