Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og NSÍ í kvøld kl. 19

John William Joensen

Á Djúpumýru í kvøld bresta KÍ og NSÍ saman í 9. umfarinum í Formuladeildini

9. umfar í Formuladeildini verður leikt í kvøld.

Tá tað umfarið er av, er sostatt fyrsti triðingur av ársins kapping harvið av, og møguleiki er at gera upp og meta um møguleikarnar fyri hvar meistaraheitið fer at enda, tí tá hava øll liðini spælt móti øllum einaferð.

Dystirnir í kvøld eru hesir

Í Havn: HB – ÍF kl. 19.00

Á Skála: Skála – EB/Streymur kl. 18.00

Í Klaksvík: KÍ – NSÍ kl. 19.00

Á Sandi: B71 – Víkingur kl. 19.00

Á Toftum: B68 – B36 kl. 18.00

Eingir dystir verða spældir í Formuladeildini komandi vikuskifti. Tað skal brúkast til venjing hjá landsliðnum, við tað at landsdystur er á skránni mikukvøldið 4. juni, tá Føroyar hitta Estland til vinardyst í Tallin.