sigur Jógvan Páll Poulsen skipari á Másanum, sum fekk eina løgna kenslu, tá teir løgdu at bryggju í Hvannasundi
– Vit fóru úr Hvannasundi kl. 14:45 og tá vit fóru um Selnes var nógv í eystfallinum, segði skiparin á Másanum í telefonini, áðrenn teir vóru komnir aftur inn í Sund.
– Streymurin er góður, men tað rullaði illa eina løtu, sigur skiparin á Másanum, sum greiddi frá at tað komu nakrar stórar aldur, tá teir fóru um Selnes.
Hann hevði ikki bitið merkið í nakað serligt á veg út úr sundinum.
Løgin kensla at leggja at bryggju
Tá Másin legði aftur at bryggju í Hvannasundi fyri løtu síðan segði skiparin at tað var ein løgin kensla at síggja bryggjuna.
– Vatnið hevur verið álvorliga høgt- eingin ivi um tað.
– Eg havi ongantíð sæð at vatnið hevur staði so høgt.
– Bert 30 cm vanta í til bryggjan er farin undir.
– Sjógvurin er myrkur av runu og nú vit leggja at bryggju er alt ov nógv fjørða í forhold til sjóarfalli.




