Ymiskt verður gitt um ógvusliga fyribrigdið í Hvannasundi seinnapartin, tá onki er frætt um omanlop verður eisini gitt upp á gasspreinging undir aliringunum.
Aling hevur verið í Hvannasundi í nógv ár, og sjálvandi fellur nógv á botnin undan aliringunum, fóður sum fiskurin ikki etur.
Gitt verður nú, at kanska er ein gasspreinging hend undir aliringunum, sum hevur verið orsøkin til ógvusligu flóðalduna í Havannasundi seinnapartin. Um so er, verður hetta helst skjótt staðfest.
Fleiri egnavitni úr Hvannasundi siga nú, at sjógvurin kom upp á hálv hjólini á bilunum, sum stóðu parkeraðir oman ímóti brúgvakantinum og at menn skundaðu sær at flyta bilarnar longur niðan tá flóðaldan fór útaftur.




