Tvey av málunum, sum KÍ fekk ímóti sær vóru verjufeilir og tað er tíðiligt at spælið hjá KÍ ikki er so flótandi longur, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari
Álvur Hansen, landsliðsvenjari, var og hugdi eftir dystinum millum KÍ og Víking í Gøtu í kvøld og hann heldur at Víkingur stóð seg sera væl.
– Víkingur kláraði seg sera væl móti KÍ men hinvegin mugu vit eisini staðfesta at KÍ hevur í seinastuni havt trupult við at fingið spælið at hanga saman.
– Malena Josephsen er ein tíðandi leikari hjá KÍ og hon var ikki við í dag.
– Harafturat vóru tvey av málinum hjá Víkingini beinleiðis verjuvillur – so samanumtikið var tað ikki gott nokk hjá Kí í kvøld.
Spennandi finala
Landsliðsvenjarin vantar eina spennandi finalu.
– Eg haldi at KÍ og B36 eru tvey sera jøvn lið og tí kann alt henda í steypafinaluni.
– Eg trúgvi at vit fáa eina púra opna finalu – og tað gleði eg meg til.




