Óli Hans Biskopstø avloysir Andreas Josephsen, sum ábyrgdarfólk fyri Fótbólt, verður sagt í tíðindaskrivi frá KÍ
Eftir at Andreas Josephsen, varð valdur í nevnd Klaksvíka Ítróttarfelags, sum ábyrgdarfólk fyri fótbólt, hevur dómaraleiðarin hjá FSF gjørt vart við at tað er óheppið at dómarar hava beinleiðis tilknýti til leiðslur í feløgum.
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur sett sær sum mál at vera ein tíðandi partur av menningini av føroysku dómarunum (sí visión 2009) og tí hevur formaður felagsins á seinasta nevndarfundi útnevnt Óla Hans Biskopstøð, sum avloysara fyri Andreas Josephsen.
Hetta ger formaðurin við heimild í Í § 5 stk. 21 har skrivað stendur:
Ábyrgdarfólkini verða vald á hvørjum ári. Veljast kann eitt varafólk til hvørt ábyrgdarfólk, sum røkkir hetta starvið, um fyrst valda ábyrgdarfólk ikki fær røkt sína uppgávu. Er onki varafólk til taks, kann formaðurin – ella onkur av honum útpeikaður persónur – átaka sær hetta arbeiði fram til fyrst komandi aðalfund.
Andreas Josephsen, fer framhaldandi at arbeiða fyri at menna dómarasíðuna í felagnum, sum í dag telur 9 persónar sum eru beinleiðis partar av dómarahópinum hjá FSF umframt 25 perónar, sum døma heimadystir felagsins.
KÍ




