Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn er møguleiki at sleppa við til London og Paris

John William Joensen

Fyrsta ferðalagið í ár var á páskum og næsti túrurin í ár verður í komandi viku – tá 28 fólk úr øllum landinum saman við Alex og Norðlýsinum flúgva við Atlantic Airways til London

Higartil hava eini 160 fólk verið við á ferðunum og upplivað ein av heimsins mætastu býum – London.

Umframt túrarnar til London verður í ár eisini møguleiki at sleppa við á ein longri túr har vitjað verður í báðum metropolunum London og París. Úr London til París og aftur ferðast vit í tiltikna Eurostar tokinum, ið koyrir undir ensku kanaluni.

Enn eru nøkur pláss eftir til LONDON-PARÍS, men vit skulu heilsað og siga at nú er at bera skjótt at.

Túrurin til París verður í døgunum 21. juli – 28. juli.